back-icon

26.03.2021 10:30

Video: Vit vilja doyggja fyri Víking

Liðið byrjar við V, og tað endar við -íking. Vit hava ligið nummar fimm, men vit vinna nokk aftur í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

26.03.2021 10:30 Hvat.fo

Við íblástri úr sanginum “Dø for Vejle” við Martin Brygmann og Malte Ebert, syngja Hans Jákup Abrahamsen og Ingmar Mikkelsen “Doyggja fyri Víking”.

Sangurin og ikki minst videolagið hevur verið í umferð á sosialu miðlunum seinastu dagarnar, og alt bendir á at føroyingar eru glaðir fyri hesa útgávuna.

Við í videolagnum eru eisini Hanus Jacobsen, fyrrverandi víkingaleikari, og ein stórur víkingur.

Tað er Egin Tollaksson, sum hevur staðið fyri videoframleisðluni, Sámal Jákup Jakobsen hevur tikið sær av upptøkuni av røddum meðan Símun Dam hevur staðið fyri tónleikinum.

Her sæst uppruna danska útgávan:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald