back-icon

22.06.2020 12:30

Videoátak skal hjálpa foreldrum móti pornografi á netinum

Uppá einans 10 dagar hevur videoátakið 'The Keep It Real Online', sum stjórnin í Ný Sælandi hevur lagt út, fingið fleiri enn 11 milliónir vísingar á Youtube

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

22.06.2020 12:30 Jens Hákun Leo

Eitt nýsælendskt trygdarátak um porno og happing á netinum hevur vakt ans millum manna.

Uppá einans 10 dagar hevur videoátakið 'The Keep It Real Online', sum stjórnin í Ný Sælandi hevur lagt út, fingið fleiri enn 11 milliónir vísingar á Youtube.

Átakið er serliga ætlað børnum og ungum, og endamálið er at hjálpa foreldrum við teimum vandum, sum eru á alnetinum. Herundir porno, happing og barnalokkaríi.

Í videobrotinum koma tveir pornosjónleikarar á gátt hjá familjuni hjá einum 14-ára gomlum dreingi. Mamman letur dyrnar upp og fær ein ordans skelk, tá hon sær tey naknu fólkini.

Sjónleikararnir greiða mammuni frá, at sonurin hevur sitið og hugt eftir teimum á síni farteldu, sínum sjónvarpi, Ipaddi og á sínum Playstation.

- Vanliga so framføra vit bara fyri vaksnum, men sonurin hjá tær er eitt barn. Hann veit helst ikki, hvussu eitt parlag er í veruleikanum, sigur kvinnuligi sjónleikarin í videobrotinum.

Videobrotið endar við, at mamman sigur við dreingin, at tey skulu tosa um munin á tí, sum hendir ávikavist á alnetinum og í veruleikanum.

- Boðskapurin í videobrotinum er, at nógv ung læra um sex við at hyggja eftir porno. Tað kann vera skakandi fyri ungar tannáringar, og tað kann senda teimum eitt vánaligt signal um samtykki, kropsfatan og sex, sigur ein talskvinna fyri nýsælendsku stjórnina sambært AFP tíðindastovuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald