back-icon

17.05.2020 22:00

Vil geva borgarum frælsi við at sensurera porno

Steffan Klein Poulsen, tingmaður hjá Miðflokkinum, heldur ikki, at tað er at gera eitt inntriv í persónliga frælsið hjá fólki at leggja eitt generelt filtur á allar pornosíður

Steffan Klein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)
17.05.2020 22:00 Jens Hákun Leo

Í einum lesarabrævi á lesarin.fo førir ungi Miðflokkatingmaðurin fram, at tað ikki er rætt, sum Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn sigur, at tað ikki ber ikki til at gera eitt generelt pornofiltur reint praktiskt, uttan so at tað verða gjørd álvarslig inntriv í privatlívið hjá fólki.

Tvídráttur hevur verið ímillum Miðflokka-og Framsóknarfólk síðstu tíðina í sambandi við fyrispurningin hjá Steffani Klein Poulsen til vinnumálaráðharran, um hvat hann heldur um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum at sleppa til pornografi á internetinum.

Jenis av Rana, mentamálaráðharri og formaður í Miðflokkinum, mælir til at leggja filtur á allar pornosíður í Føroyum. Hetta vil sambært honum verja øll, eisini børnini.

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður hjá Framsókn, er ímóti hesum uppskotinum. Hann heldur, at tað er at gera seg inná grundleggjandi upplýsingarrættindi hjá fólki.

- Tað er sera vandamikið og álvarsamt at fara inn frá politiskari síðu og byrja at sensurera internetið.

- Um vit nú sensurera porno, hvat verður so tað næsta? Skulu vit so eisini fara inn og sensurera ymiskt annað, sum Jenisi ikki hóvar? Eitt nú upp tilfar um menningarlæru? Ella tilfar um veðurlagsbroytingar?

- Eg haldi við øðrum orðum, at hetta er at gera seg inn á grundleggjandi upplýsingarrættindi, slær Bjarni Kárason Petersen fast.

Les meira: Vekk við porno í Føroyum - vil leggja filtur á allar pornosíður

Les meira: - Nei til internetsensurin hjá Jenisi

Steffan Klein Poulsen, sum upprunaliga tók hetta evnið upp, hevur nú aftur svarað Framsóknarmanninum aftur. Niðurstøðan hjá honum er, at Bjarni Kárason Petersen blandar tingini saman.

- Vit kunnu gera eitt generelt pornofiltur við at víðka galdandi barnapornofiltur. Tá er ikki neyðugt at eyðmerkja okkara borgarar. Hetta blívur av tí sama ikki eitt líka stórt inntriv í persónliga frælsið.

- Ein einføld mynd uppá hetta kundi verið, at eingi børn sluppu út á Tinganes, og at vit høvdu tveir møguleikar fyri at kontrollera hesum.

- Fyrsti møguleiki: Vit seta eitt GPS-chip á allar borgarar í Føroyum, soleiðis at øll óviðkomandi verða steðgað, áðrenn tey koma út á Tinganes. (Eyðmerkja børn og vaksin á internetinum).

- Seinni møguleikin: Vit seta eitt hegn upp, sum forðar fólki at koma út á Tinganes. (Eitt generelt filtur fyri porno). Tann seinni møguleikin er als ikki eitt stórt inntriv í privatlívið samanborið við tann fyrra, sigur Steffan Klein Poulsen.

Miðflokkatingmaðurin undirstrikar, at fyri flokkin handlar hetta meira enn um bara at senda eitt signal til veljararnar.

Hetta er eisini aftursvar til Bjarna Kárason Petersen, sum segði, at endamálið hjá Jenisi av Rana er helst bara at senda eitt signal út til veljararnar hjá sær.

- Miðflokkurin vil, í stríðnum ímóti porno, senda meiri enn bara eitt signal, tí Miðflokkurin sær alvorin í hesum myrka ídnaði og teimum avleiðingum, sum hetta hevur fyri menniskju.

- Vit mugu fyrihalda okkum til hendan veruleikan og seta okkum sjálvum hendan spurningin: geva vit frælsi ella taka vit frælsi frá borgarum við at sensurera porno?

Alt lesarabrævið hjá Steffani Klein Poulsen kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald