back-icon

29.05.2020 11:23

Vilja tvinga skeinkistøð at lata aftur

Eingir festivalar verða í juli og august mánaði. Summarstevnur, harímillum ólavsøka, kunnu verða hildnar undir skipaðum umstøðum

Mynd: Sverri Egholm
29.05.2020 11:23 Jens Hákun Leo

Landsstýrið arbeiðir við at útvega sær eina heimild til at steingja skeinki-og dansistøð eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar.

Hetta upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum í morgun.

Løgmaður helt fyri, at smittuvandin á skeinki- og dansistøðum er alt ov stórur.

- Síðstu vikurnar er náttarlívið vaknað aftur, og vit hava sæð nógv fólk úti á gøtunum í vikuskiftunum.

- Heilsufakliga verður tó staðiliga mælt frá at hava opið langt út á kvøldarnar. Vit hava sæð frá øðrum londum, millum annað frá Suðurkorea, at ein smittaður kann koma inn á eina barr og smitta nógv.

- Náttarlívið kann sostatt vera ein kelda til økta smittu. Skuldi tað hent, at fólk verða smittað í náttarlívinum, so verður tað trupult at spora smittuna, og so kann strategiin, sum vit hava havt ímóti Covid-19, fara fyri bakka, segði Bárður á Steig Nielsen.

Higartil hevur almenna tilmælið verið, at skeinki- og dansistøð eiga at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 um kvøldarnar.

Skeinkistøð hava tó sæð burtur frá hesum tilmælinum og hava havt opið til klokkan 24 í vikuskiftunum hesar síðstu vikurnar.

Løgmaður boðaði eisini frá, at nýggjasta tilmælið er, at eingir festivalar verða í juli og august mánaði.

Summarstevnur, harímillum ólavsøka, kunnu verða hildnar undir skipaðum umstøðum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald