Vónandi fyrigeva fólk mær
Heldur enn at vera koppsettur síðst, sum hann ætlaði, fer landsstýrismaðurin nú at lata seg vaksinera eftir galdandi kunngerð í morgin
- Vóni at fólk fyrigeva mær at eg taki eina vaksinu í morgin eftir galdandi kunngerð ístaðin fyri at verða síðst ella næstsíðst koppsettur.
Tað skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í dag, 23. apríl. Tann 3. februar var søgan annars ein onnur, og tá skrivaði landsstýrismaðurin í heilsumálum soleiðis:
- Eg ætli mær at verða síðsti føroyingur sum verður koppsettur, eg haldi ikki tað er rætt at leiðslupersónar sum ikki eru í samband við sjúklingin fáa vaksinu, vit læra so hvørt vit asfaltera.
Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður hevur eina góða orsøk til at verða koppsettur. Hann skal møguliga skurðviðgerðast í rygginum í Danmark næsta mánað, og hevur tí tørv á at verða koppsettur.
Higartil hava gott 19 prosent fingið fyrsta prikið, meðan knapt 10 prosent av fólkatalinum eru liðugt koppsett. Tað er nú tey í aldursbólkinum 55-64 ár, sum verða koppsett. Mikudagin komu 5000 skamtar av koppingarevni til landið, og í næstu viku koma upp aftur 5000 skamtar til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald