back-icon

30.07.2020 18:21

WHO: Tey ungu hava skyldina av nýggjari koronabylgju

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í heimsheilsustovninum WHO, heldur ikki, at ung uppføra soleiðis, sum tey áttu

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO (Mynd: EPA)
30.07.2020 18:21 Jens Hákun Leo

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í heimsheilsustovninum WHO, sigur í dag, at tann økingin, sum nógv lond hava havt í talinum av koronatilburðum hesa síðstu tíðina, í ein ávísan mun er eitt úrslit av, at fólk í yngra endanum ikki longur eru líka røsk at fylgja teim ymsu tilmælunum.

Á einum tíðindafundi í sveisiska býnum Geneve segði Ghebreyesus, at tey ungu ikki eru óvinnandi.

- Ung fólk kunnu verða smittað, og ung fólk kunnu doyggja. Tey ungu verða noydd at taka tey somu fyrivarnini, segði Ghebreyesus sambært aljazeera.com.

Í skrivandi løtu hava fleiri enn 17 milliónir fólk fingið staðfest koronasmittuna kring heimin.

Fleiri túsund á Vaglinum

Her heima í Føroyum savnaðust fleiri 1.000 fólk á Vaglinum til tann avlýsta midnáttarsangin í gjár.

Mælt varð til, at fólk sungu midnáttarsang í grannaløgum og heima við hús. Men tað vóru nógv, sum ikki fylgdu hesum boðum og møttu upp á Vaglinum á midnátt.

Á leið helvtin av tí, sum plagar at vera vanliga, varð møtt upp á Vaglinum, skrivaði Portal.fo.

Einar tjúgu minuttir áðrenn midnátt vóru ikki nógv fólk, men beint sum tað nærkaðist midnátt, komu alsamt fleiri fólk.

Fútin hartar føroyingar

Ghebreyesus hevði neyvan verið fegin, um hann hevði vitað um tað, sum hendi á Vaglinum í nátt, og ein, sum í øllum førum ikki var so fegin, var Michael Boolsen, fúti.

Í samrøðu við Kringvarpið harmaðist Boolsen um, at tilmælini ikki vórðu fylgd.

– Tey hava ikki fylgt tilmælinum hjá mær, og tað haldi eg sjálvandi er keðiligt. Smittuvandin er ikki av. Tað hava hendingarnar í Klaksvík hesar seinastu dagarnar prógvað, segði fútin í samrøðu við Útvarpið.

- Vit fáa smittuna uttanifrá, og tá smittan kemur uttanifrá og inn til Føroya, er tað uppaftur meira umráðandi at uppføra seg skynsamt, legði fútin afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald