back-icon

01.05.2020 12:15

- Ber ikki til at koma pornografinýtslu til lívs við orwellianskum eftirliti

Sambært Helga Abrahamsen ber ikki til at hava eftirlit við hvørjum einasta brúkara á hvørjari einastu tøkniligari eind, sum reikar á netinum

Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri (Mynd: Sverri Egholm)
01.05.2020 12:15 Jens Hákun Leo

Skrivligir fyrispurningar hava verið svaraðir í løgtinginum í dag.

Steffan Klein Poulsen frá Miðflokkinum spurdi Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra, hvat hann heldur um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum at sleppa til pornografi á internetinum.

Miðflokkatingmaðurin spurdi eisini vinnumálaráðharran, um vit í Føroyum skulu gera mun ímillum internetreikanina hjá børnum og vaksnum, soleiðis at børn ikki hava somu atgongd til pornografi á internetinum sum vaksin.

Les meira: Trupult at avmarka pornografinýtsluna hjá børnum og ungum

Helgi Abrahamsen legði í sínum svari dent á, at fólkaræðislig atlit viga hægri enn tráanin eftir at fylgja neyvt við hvørjum einasta brúkara á netinum.

- Um atgongdin hjá børnum og ungum at sleppa framat ávísum tilfari á netinum skal verða tøkniliga avmarkað, krevst, at øll, sum ferðast á netinum, eru eyðmerkt, og at atferðin hjá øllum internetbrúkarum í Føroyum verður fylgd neyvt. Eitt slíkt eftirlit, vænti eg, hevði mest av øllum mint um Big Brother í skaldsøguni 1984 eftir George Orwell. Tøkniliga ber tað møguliga til, men í einum frælsum samfelagi ber ikki til at hava eftirlit við hvørjum einasta brúkara á hvørjari einastu tøkniligari eind, sum reikar á netinum.

- Tí ber heldur ikki til at gera mun á internetreikanini hjá børnum og vaksnum. Sum spyrjarin vísir á, er søla av pornografiskum tilfari bannað í føroyskari lóg, og í so máta er ikki tørvur á serligum reglum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum. Trupulleikin er, at tað er sera trupult at handhevja hetta forboð uttan at seta í verk víðfevnt eftirlit við atferðini hjá øllum landsins borgarum.

Sambært vinnumálaráðharranum er tað fyrst og fremst við upplýsing, at vit kunnu verja børnini fyri pornografiskum tilfari á internetinum.

- Vit kunnu tí fegnast um, at skúlar, sosialu myndugleikarnir og politiið hava tikið hetta málið upp í SSP-samstarvinum og skipa fyri kunning til bæði børn og foreldur um at ferðast trygt á netinum.

- Tað er fyrst og fremst kunning, sum munar. Eg vildi tí mett, at skúlin hevur eina stóra ábyrgd at tryggja, at útgerðin, sum børnini fáa heim við, er so væl vard móti ónærisligum tilfari, sum til ber, og at skúlin eisini eigur at kunna foreldrini um, hvat ið tey kunnu gera fyri at verja børnini, tá ið tey nýta útgerð skúlans, segði Helgi Abrahamsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald