back-icon

20.08.2020 17:48

- Ein kempi succés at vit ikki hava havt nakað koronarelaterað andlát

Lars Fodgaard Møller, landslækni, fegnast um, at so fá eldri fólk eru smittaði av Covid-19 higartil í Føroyum

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
20.08.2020 17:48 Jens Hákun Leo

Lars Fodgaard Møller, landslækni, fegnast um, at so fá eldri fólk eru smittaði av Covid-19 higartil í Føroyum.

Tólv nýggir tilburðir eru staðfestir ímillum tey eldru í aldursbólkunum 70-79 ár og 80 ár og eldri hesa ferð, og hetta er ikki nógv í mun til, hvussu nógv eru smittaði í hinum aldursbólkunum.

Seinast korona gjørdi um seg í landinum í mars og apríl, vóru bert 9 av teimum til samans 187 tilburðunum tá staðfestir ímillum tey eldru í aldursbólkunum 70-79 ár og 80 ár og eldri.

Les meira: Tey eldru hóra framvegis undan korona

Landslæknin fegnast um hesa gongdina, sum hevur verið. Hann heldur, at strategiin hjá myndugleikunum hevur verið sera væl eydnað higartil.

- Tað er ein kempi succés, at vit ikki hava havt nakað koronarelaterað andlát í Føroyum, og higartil eru eingi eldri á eldraheimum og øðrum stovnum kring landið, sum eru smittaði, vísir hann á.

Ov nógv innløgd í Føroyum

Lars Fodgaard Møller heldur tó, at ov nógv fólk í Føroyum hava verið innløgd í sambandi við korona.

Seinast korona gjørdi um seg, vórðu sjey fólk innløgd, og hesa ferð hava higartil fýra fólk verið innløgd.

Hetta talið er ov høgt, heldur Lars Fodgaard Møller.

- Eg meti, at talið á innløgdum er eitt sindur ov høgt, um vit samanbera okkum við Danmark. Sjálvt um tey flestu hava sera fá sjúkueyðkenni, eisini í mun til hvussu tað var í mars mánaði, sigur hann.

Landslæknin heitir á tey ungu, sum eru tey, sum í størstan mun hava fingið staðfest smittuna undir hesi bylgjuni, at vera ansin í hesum døgum.

- Ung eiga eins og onnur at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri, tí at tey eru ikki immun og kunnu gott gerast álvarsliga sjúk av Covid-19.

- Ung eru í nógv størri mun enn eldri minni varin, og hetta hevur mann eisini sæð í Danmark. Og tað er tí, eg sigi hetta, at ung eiga at vera varin, tí at tey kunnu vera ein liður í at smitta tey sárbæru, undirstrikar Lars Fodgaard Møller.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald