back-icon

13.08.2020 16:14

Tey eldru hóra framvegis undan korona

Tey eldru í Føroyum eru enn einaferð sloppin lutfalsliga snikkaleys undan koronasmittuni, nú hendan á øðrum sinni herjar í landinum

(Mynd: Visualhunt.com)
13.08.2020 16:14 Jens Hákun Leo

Tey eldru í Føroyum eru enn einaferð sloppin lutfalsliga snikkaleys undan koronasmittuni, nú hendan á øðrum sinni herjar í landinum.

Í mars og apríl mánaði, tá ið smittan herjaði á fyrsta sinni í Føroyum, fingu einans níggju fólk yvir 70 ár staðfest smittuna: fimm í aldursbólkinum 70-79 ár og fýra í aldursbólkinum 80 ár og eldri.

Les meira: Tey eldru eru sloppin snikkaleys undan Covid-19 higartil

Sambært nýggjastu tølunum frá heilsumyndugleikunum, sum vórðu kunngjørd í gjárkvøldið, eru tað aftur hesa ferð einans níggju fólk yvir 70 ár, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum: átta í aldursbólkinum 70-79 ár og ein í aldursbólkinum 80 ár og eldri.

Enn eru nógvar kanningar eftir at greina fyri dagarnar í hesi vikuni, og tí er ikki óhugsandi, at talið á smittaðum í teimum báðum elstu aldursbólkunum fer at økjast nakað hesar komandi dagarnar.

Tey harðast raktu eru tey í 20-unum. 46 fólk í aldursbólkinum 20-29 ár hava fingið staðfest koronavirus higartil á hesum sinni.

Tey næstharðastu raktu eru tey í 40-unum. 22 fólk í aldursbólkinum 40-49 ár hava fingið staðfest koronavirus higartil á hesum sinni.

71 prosent av øllum teimum nýggju Covid-19 tilburðunum í Føroyum eru at finna ímillum tey, sum eru ímillum 20 og 59 ár.

Tað eru flest menn, sum hava fingið staðfest Covid-19 hesa ferð. Umleið tveir triðingar av teimum nýggju tilburðunum í Føroyum eru menn.

Higartil hevur eingin latið lív av korona í Føroyum, og bert tvey fólk hava verið innløgd á Landssjúkrahúsið, síðan smittan aftur fór at gera um seg í landinum í juli mánaði.

Smittaði býtt í aldursbólkar (corona.fo):

0-9 ár: 1 fólk
10-19 ár: 13 fólk
20-29 ár: 46 fólk
30-39 ár: 18 fólk
40-49 ár: 22 fólk
50-59 ár: 19 fólk
60-69 ár: 7 fólk
70-79 ár: 8 fólk
80-eldri: 1 fólk
Ikki skrásett: 13 fólk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald