back-icon

03.07.2020 16:20

- Hava onga umsókn fingið frá íslendingum um Covid-19 kanningar

Føroyska Dátueftirlitið hevur ikki fingið nakra umsókn um loyvi frá íslendska Heilsustýrinum at kanna ferðafólk umborð á Norrönu fyri Covid-19

(Mynd: Sverri Egholm)
03.07.2020 16:20 Jens Hákun Leo

Føroyska Dátueftirlitið hevur ikki fingið nakra umsókn um loyvi frá íslendska Heilsustýrinum at kanna ferðafólk umborð á Norrönu fyri Covid-19. 

Hetta upplýsir Dátueftirlitið í einum telduposti, eftir at fólk úr Íslandi vórðu flogin til Danmarkar fyrr í vikuni, so at tey kundu kanna ferðafólk, sum skuldu við Norrönu til Íslands, fyri Covid-19.

Fólkini skuldu gera kanningarnar, meðan tey vóru umborð, men tey sluppu tó ikki at gera tær, fyrr enn tey vóru komin í íslendskt farvatn.

Orsøkin var sambært Rúna Vang Poulsen, stjóra í Smyril Line, og íslendska miðlinum austurfrett.is, at føroyska Dátueftirlitið vildi ikki loyva hesum.

Les meira: - Dátueftirlitið noktaði íslendingum at gera Covid-19 kanningar

Dátueftirlitið hevur upplýst fyri íslendska Heilsustýrinum, at kanningar umborð á Norrönu skulu lúka føroyska lóggávu, so leingi sum føroysk lóggáva geldur.

Dátueftirlitið sýtir fyri at svara játtandi uppá spurningin um, tað er rætt, at tað noktaði íslendingum at gera Covid-19 kanningar av ferðafólkum, fyrr enn komið var í íslendskt farvatn.

- Ongin umsókn um loyvi er komin frá íslendska Heilsustýrinum, og tí hava vit ikki tikið nakra avgerð í málinum, staðfestir Dátueftirlitið.

Íslendingar spurdu seg fyri

Dátueftirlitið greiðir frá, at tað fekk ein fyrispurning frá íslendska Heilsustýrinum mánadagin 29. juni. Fyrispurningurin snúði seg um løgfrøðiliga grundarlagið undir ætlaðum Covid-19 kanningum umborð á Norrönu ávegis til Íslands.

Í sama fyrispurningi varð Dátueftirlitið kunnað um, at íslendska Heilsustýrið ætlaði at fara í holt við Covid-19 kanningar umborð á Norrönu dagin eftir, tann 30. juni.

Íslendska Heilsustýrið skrivaði, at orsakað av at Norröna er skrásett í Føroyum, so var føroysk lóggávu um persónsupplýsingar galdandi. Dátueftirlitið svaraði íslendsku myndugleikunum, at Dátueftirlitið tók undir við tí metingini.

Íslendska Heilsustýrið skrivaði, at tað setti Dátueftirlitinum fyrispurning um løgfrøðiliga grundarlagið undir kanningunum, soleiðis at farast kundi í holt við kanningarnar umborð á Norrönu týsdagin 30. juni.

- Má søkja um viðgerðarloyvi

Dátueftirlitið slær fast, at tað hevur ikki fingið nakra umsókn um at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar frá íslendska Heilsustýrinum.

- Dátueftirlitið hevur givið Heilsustýrinum eina meting út frá teimum upplýsingum, sum hava verið til taks gjøgnum samskiftið við íslendska Heilsustýrið.

- Dátueftirlitið hevur boðað íslendska Heilsustýrinum frá, at Heilsustýrið má søkja um viðgerðarloyvi hjá Dátueftirlitinum, tí at talan er um viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum. Umframt hetta má Heilsustýrið lúka allar aðrar treytir í persónsupplýsingarlógini.

- Tó hevur Dátueftirlitið trupult at síggja, hvussu Heilsustýrið kann lúka krøvini í føroysku persónsupplýsingarlógini, serliga kravið um heimildargrundarlag, tí at virksemið hjá íslendska Heilsustýrinum er grundað í íslendskari lóggávu, staðfestir Dátueftirlitið.

Dátueftirlitið boðaði íslendska Heilsustýrinum frá yvir telefon, at tað fegin vildi viðgera eina møguliga umsókn frá teimum, har millum annað heimildarspurningurin varð umrøddur nærri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald