back-icon

20.06.2020 13:49

- Nú hava okur snakkað nokk um barrir og skeinkistøð

Henrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, heldur, at tingfólk heldur eiga at brúka orkuna uppá týdningarmiklari mál

Henrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
20.06.2020 13:49 Jens Hákun Leo

Henrik Old, tingmaður, legði ikki fingararnar ímillum, tá hann í gjár tók orðið á tingi um uppskotið hjá landsstýrinum at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar.

Javnaðartingmaðurin sló fast, at nú er nóg mikið tosað um barrir og skeinkistøð.

- Hendan síðsta mánaðin hevur ikki verið snakkað um annað enn barrir og skeinkistøð í tinginum. Tingfólk hava ikki snakkað um annað.

- Fyri mína skyld kunnu hesi støðini gott hava opið 24 tímar um døgnið, men ímeðan tingfólk hava brúkt hesar síðstu vikurnar uppá at snakka um hetta, so hevur eitt uppskot frá samgonguni um fiskivinnuna, tað týdningarmiklasta málið í landinum, ligið og bíðað í tríggjar vikur, uttan at nakar hevur tikið sjeg saman til at taka tað upp.

- Mann hoyrir ikki um tey mál, sum hava týdning, men um barrir og skeinkistøð, tað hoyrir mann um allatíðina, sló Henrik Old fast á tingsins røðarapalli, leysliga endurgivið.

Henrik Old undraðist somuleiðis á, hví mann frá politiskari síðu ynskir at veita skeinkistøðum endurgjald fyri at lata aftur tíðliga, meðan aðrar vinnugreinar ikki fáa somu raðfesting.

- Hví skulu skeinkistøð fáa endurgjald og ikki lastbilførarar, til dømis? Ein lastbilførari hevur kanska gjørt eina stóra íløgu, men velur allíkavæl at fylgja tilmælunum og niðurleggur sítt virksemi í óásetta tíð fyri at basa smittuni. Skuldi hann so ikki eisini fingið endurgjald fyri tað? Hví velur mann at gera mun á og bara stuðla barrunum? Og hvør er tað, sum er komin við tí, yvir høvdinum á løgtinginum, at barrir skulu fáa endurgjald, spurdi Henrik Old millum annað.

Uppskotið hjá landsstýrinum varð beint aftur í nevnd eftir 2. viðgerð í løgtinginum í gjár.

Les meira: Uppskot um at tvinga skeinkistøð at lata aftur beint í nevnd

14 tinglimir atkvøddu fyri at beina uppskotið aftur í nevnd, meðan 12 tinglimir atkvøddu ímóti. Eingin atkvøða var blonk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald