back-icon

28.04.2020 18:00

- Øgiliga sárbært og nakið kjatt á Jodel

Jodel er eitt vindeyga inn í ungdómsmentanina í Føroyum, heldur miðlaserfrøðingur

Mynd: Sverri Egholm
28.04.2020 18:00 Jens Hákun Leo

Appin Jodel hevur fingið nógva umrøðu síðstu dagarnar, eftir at tað er komið fram, at Miðflokkatingmaðurin Steffan Klein Poulsen hevur fingið av at vita á henni. 

Ungi norðoyingurin verður róptur "PornoSteffan" av summum á Jodel, tí at hann ynskir at avmarka atgongdina til pornografi hjá ungum og børnum í Føroyum.

Les meira: Steffan svínaður til fyri at vilja avmarka porno

Jodel er sum flestum kunnugt ein app, har mann kann skriva dulnevnt. Appin varð á fyrsta sinni brúkt í Týsklandi í 2014, og hon er eftirhondini eisini nógv brúkt her í Føroyum, serliga ímillum tað yngra ættarliðið.

Appin gjørdist serliga kend ímillum føroyingar í sambandi við eina bumbuhóttan ímóti Glasi í 2019.

[object Object]Jákup Justinussen (Mynd: Eysturkommuna)

Miðlaserfrøðingurin Jákup Justinussen metir, at Jodel er eitt vindeyga inn í ungdómsmentanina í Føroyum. Sambært honum fær mann eitt innlit í verðina hjá teimum ungu, og hvat tey hava áhuga fyri, á Jodel.

Miðlaserfrøðingurin heldur fyri, at av tí at mann kann skriva dulnevnt á Jodel, so er samskiftið har ofta meira sárbært og nakið, enn tað annars vildi verið.

- Tá ein kann skriva dulnevnt, so er tað sum vera man øðrvísi, enn tá ein prátar við fólk andlit til andlit, ella tá ein prátar við navngivnar persónar á sosialum miðlum sum Facebook og Twitter. Tú hevur eitt ávíst filtur, tá tú tosar við ein persón, sum stendur beint frammanfyri tær, men tað filturið er minkað munandi, tá tú situr á Facebook og kjattar við tann persónin. Tá vit so hava við Jodel at gera, so er tað filturið púra vekk, tí at tað heila er anonymt, greiðir Jákup Justinussen frá.

Ikki bara neiligt

Sambært Jákupi Justinussen snýr samskiftið á Jodel seg nógv um viðurskifti, sum hava við kynslív, náttarlív og kærleika at gera.

Ofta koma eisini øgiliga persónlig viðurskifti upp at venda.

Jákup vísir á, at hóast Jodel er komið í eitt ringt ljós orsakað av søgum um útspilling, so er tað ikki bara negativt prát á appini.

- Mann kann siga, at tað er eitt sindur av hvørjum á Jodel. Fólk viðgera sex, ball, býarlív og hjartasorg á appini, og eftirsum mann kann skriva dulnevnt, so er einki filtur á, og tí brúka summi appina til at "trolla" við.

- Tað er jú soleiðis, at tá møguleikin er har at skriva anonymt, so eru tað altíð nøkur, sum vilja útnytta høvið til at skriva okkurt keðiligt ella útspillandi.

- Á hinari síðuni, so er tað góða við Jodel, at ung tora øgiliga væl at spyrja eymar og flóvisligar spurningar, sum tey kanska ikki vildu sett annars, á appini. Vit síggja eisini, at onnur ung svara øgiliga ordiliga uppá hesar spurningarnar.

- Harumframt sær mann fólk seta orð á ymiskt, sum tey annars ikki vildu gjørt, og mann sær fólk, sum troysta onkran, sum ikki hevur tað so gott. Fólk eru hjálpsom og veita góð ráð, tá onkur hevur brúk fyri tí, og uppaftur onnur forsvara persónar, sum verða álopnir ella spiltir út, sigur Jákup Justinussen um samskiftið á Jodel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald