back-icon

24.04.2020 21:10

Steffan svínaður til fyri at vilja avmarka porno

- Tey kunnu kalla meg, hvat tey vilja, sigur Steffan Klein Poulsen um at fólk gera gjøldur burtur úr honum, tí hann ynskir at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum til pornografi á netinum

24.04.2020 21:10 Jens Hákun Leo

Í almenna kjakinum og á Jodel, sum er ein app, har mann kann skriva dulnevnt, verður nýggi Miðflokkatingmaðurin millum annað kallaður "PornoSteffan".

Steffan Klein Poulsen ynskir at avmarka atgongdina til pornografi hjá børnum og ungum í Føroyum, og hetta hevur fingið summi í skemti at útnevna hann sum tann næsta "pornomálaráðharran" í landinum.

Ungi norðoyingurin tykist tó ikki órógvaður av hesum.

- Hetta er bara prísurin, sum mann verður noyddur at rinda, tá mann er sannførdur um eitt mál sum hetta. Eg kann bara siga so mikið, at hetta ávirkar meg als ikki. Fólk kunnu kalla meg, hvat tey vilja, sigur hann.

Les meira: Trupult at avmarka pornografinýtsluna hjá børnum og ungum

Steffan Klein Poulsen leggur áherðslu á, at hann sjálvsagt er sinnaður at lurta, tá fólk koma við konstruktivum kritikki.

Men tá talan er um slíkt sum tað á Jodel, so er tað ikki so nógv, sum mann kann gera við tað, heldur hann.

- Tað er í sambandi við so nógv mál, at fólk gera gjøldur við okkum politikarum. Bæði í sambandi við tunlar og alt møguligt annað.

- Men tá mann er politikari og hevur eina sterka sannføring, so verður mann noyddur at hava ein breiðan rygg. Eg má tí bara liva við, at fólk kalla meg fyri tað, sum tey gera.

Sambært Steffani Klein Poulsen er pornografi ein stórur trupulleiki í samfelagnum, og tað er við støði í hesum, at hann ynskir at seta hol á hetta evnið.

- Sjúrður Skaale helt einaferð fyri, at Miðflokkurin hevði tikið patent upp á tey sokallaðu etisku málini. Eg havi tó ta fatan, at vit taka hesi málini upp í eini góðari meining, og tí at vit trúgva uppá tey.

- Og eg trúgvi veruliga, at hetta er ein stórur trupulleiki í samfelagnum, og tí vil eg nú seta hol á hetta evnið - og harvið eisini taka tann kritikk og ta skemt, sum fylgir við tí, sigur Steffan Klein Poulsen.

Steffan Klein Poulsen varð fyrstu ferð valdur á ting í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald