back-icon

24.06.2020 16:45

- Sera harmiligt um vit noyðast at flyta upptøkurnar til Íslands

TROM er hjartabarnið hjá Torfinni Jákupsson, sum í fleiri ár sat einsamallur við verkætlanini, áðrenn hon í 2017 og 2018 gjørdist meira ítøkilig

24.06.2020 16:45 Jens Hákun Leo

Torfinnur Jákupsson, skaparin og filmshøvundurin handan krimisjónvarpsrøðina TROM, heldur tað vera stuttligt at fylgja við í kjakinum, sum er í hesum døgum um TROM.

TROM er hjartabarnið hjá gøtumanninum, sum í fleiri ár sat einsamallur við verkætlanini, áðrenn hon í 2017 og 2018 gjørdist meira ítøkilig.

- Eg skrivaði manuskriptið í 2017, og í 2018 fekk eg so avtalur í lag um framleiðsluna av røðini, greiðir hann frá.

Les meira: Dyrnar latast upp fyri føroysku krimirøðini TROM (portal.fo)

Sjálvar upptøkurnar til røðina fara í gongd næsta ár, og í heyst verður farið í gongd við tær síðstu fyrireikingarnar.

Torfinnur Jákupsson ger greitt, at um mann vil hava, at upptøkurnar skulu verða gjørdar í Føroyum, so er tað við at verða síðsta útkall nú.

- Nú hava vit ikki ráð at bíða meira, og tað hevði verið sera harmiligt, um vit høvdu verið noydd at flutt upptøkurnar til Íslands, tí at vit hava allatíðina ætlað, at framleiðslan skal vera so føroysk sum gjørligt. Tað hevði eisini verið tað besta, um røðin hevði verið upptikin í Føroyum, staðfestir Torfinnur Jákupsson.

Les meira: Landsstýrismaðurin vil einki lova: Trom má takast upp í Íslandi (portal.fo)

Krimisjónvarpsrøðin tekur íblástur úr bókum Jógvan Isaksens um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Ov lágt loft í Føroyum

Gøtumaðurin heldur, at kjakið um afturberingarskipanina er ógvuliga týðandi. Hann heldur, at loftið í Føroyum er ov lágt sum nú er.

- Á fíggjarlógini standa í ár einans 200.000 krónur til afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum, og hetta er ov lágt. Í Íslandi er loftið ikki eins lágt, men tað kann enn henda seg, at upptøkurnar verða í Føroyum hóast alt. Tað kemur so alt ann uppá, hvat hendir frá nú av.

- Undir øllum umstøðum hava vit merkt ein sera stóran fólksligan áhuga fyri sjónvarpsrøðini í Føroyum, og hetta er øgiliga jaligt, sigur Torfinnur Jákupsson, ið vísir á, at filmsvinnan er ein vinna, ið gevur meining.

- Ein verkætlan sum hendan skapar mong størv, og hon gevur stórar ringvirkningar fyri samfelagið, og tá mann kann bera so í bandi, at aðrar vinnur hava eina góða afturberingarskipan, eitt nú innan skipa-og bátasmíð, so burdi hetta eisini kunnað verið galdandi fyri filmsvinnuna, heldur Torfinnur Jákupsson.

Kostar 37 milliónir krónur

Útlendingar hava longu sett 30 milliónir krónur í sjónvarpsrøðina. Samlaða fíggjarætlanin er 37 milliónir krónur.

Tað er føroyska KYK Pictures hjá Jón Hammer, ið stendur fyri framleiðsluni. Jón Hammer hevur fleiri ára royndir í danska filmsfelagnum Zentropa.

Í Degi og Viku í gjár segði Jón Hammer, at "beint nú standa vit og skulu finna útav, hvussu vit kunnu gera hesa røðina.

- Og tað merkir, at vit fara til Íslands at filma meginpartin av henni. Vit hava ikki nakran annan møguleika beint nú, segði Jón Hammer í Degi og Viku.

Hetta segði hann í kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin í vinnumálum Helgi Abrahamsen hevði ført fram, at hann ikki kundi játta fýra milliónir krónur til verkætlanina.

Les meira: Helgi hartar KVF fyri innslag um TROM

Tina Wagner, stjóri fyri Filmshúsið, ið umsitur afturberingarskipanina, segði í tíðindaskrivi herfyri, at "sjónvarpsrøðin TROM kann gerast størsta føroyska filmsframleiðslan og sølufremjandi átak nakrantíð – fyri søguliga lítla upphædd."

- Nú er neyðugt, at løgtingið játtar 4 milliónir krónur til sjónvarpsrøðina. Hetta eru pengar, sum útlendskir íleggjarar fara at bera aftur fýrfaldað, legði Wagner afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald