- Tilmælini geva ikki meining longur
Fólk tykjast meira fyrigevandi nú, enn tey vóru í mars, yvirfyri ungdómum, sum savnast til heimaveitslur
Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um heimaveitslur í vikuskiftinum, og nøkur skeinkistøð í Havn høvdu opið til longur enn klokkan 22 leygarkvøldið.
Hetta skrivar Portalurin.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, stongdu seinastu skeinkistøðini klokkan 1.30 sunnunáttina.
Fólk tykjast tó ikki at vera líka ill um hetta, sum tey vóru, tá tað kom fram síðst í mars mánaði, at ball hevði verið heima hjá fleiri ungfólkum kring landið.
Tá vóru fleiri, sum úttalaðu seg í almenna rúminum.
Ein skeyt upp at senda øll út í Lítlu Dímun, meðan ein annar mælti til at bumba 10.000 krónur í bót í høvdið á teimum, sum høvdu verið til heimaballini.
- Vit muga sleppa av við hettar sum skjótast, so samfelagið sleppur í gongd sum skjótast, segði viðkomandi í mars.
Onkur skeyt eisini upp at lata Rúsuna aftur, meðan onkur annar kritiseraði løgtingsfólk fyri ikki at herða epidemilógina.
Les meira: Fólk í øðini eftir heimaball í nátt
Nú tykist tónin heldur mildari, og tað eru eisini færri, sum úttala seg, eftir at fólk aftur hava hildið heimaball, og skeinkistøðini hava havt opið longur, enn myndugleikarnir mæla til.
Ein heldur fyri, at "frástøða verður ikki nógv vird longur í handlum og aðrastaðni," og at "tað gevur ikki meining longur."
Ein annar sigur, at "hatta (tilmælið, red) skal ikki haldast, hatta kann haldast."
Summi eru tó ónøgd við, at løgreglan ikki hevur heimild til at grípa inn.
- Skal hatta haldast, má løgreglan fáa loyvi at steingja, tí tá brennivín kemur innanbora, rýmir fornuftin, slær ein fast.
Viðkomandi leggur afturat, at "tað nyttar einki at tosa við vaksin fólk, sum ikki vilja akta."
Ein annar spyr "hvat vit skulu við eini løgreglu, tá hon allíkavæl einki fær gjørt?"
Ein triði verður ikki kløkkur, um um onkur verður koronapositivur aftur. Viðkomandi hugsar um tey, sum koma úr Danmark, og sum kanska hava fingið eitt glas niðurum í flogfarinum.
- Og so at sutla í seg aftur í barrum og privatum festum, har frástøða als ikki verður hildin. Tá nakað er komið innanbora, tá verður ikki tikið hátíðarligt, um mann drekkur úr einum glasi ella fløsku, ið ein annar hevur sutlað úr, leggur viðkomandi afturat.
Í løtuni er eingin staðfestur koronatilburður í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald