- Vandi fyri at Suðuroyartunnilin ikki verður veruleiki
Bjarni Hammer er sera vónbrotin av meirilutanum í rættarnevndini, sum hevur mælt frá at samtykkja uppskotið at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna
.jpg)
Tað var Javnaðartingmaðurin úr Suðuroy, sum legði uppskotið fram at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna.
Útlitini fyri, at uppskotið verður samtykt, eru tó ikki tey bestu, nú meirilutin í rættarnevndini hevur mælt frá, at tað verður samtykt.
Les meira: Ósemja millum samgongu og andstøðu um P/F Suðuroyartunnilin
Bjarni Hammer er sera vónbrotin av meirilutanum í rættarnevndini. Hann heldur, at talan er um eina roynd at fáa málið í drag.
Javnaðartingmaðurin er bangin fyri, at tað nú er ein stórur møguleiki fyri, at Suðuroyartunnilin ikki verður veruleiki.
- Sjálvandi skuldi mann stovnað eitt partafelag beinanvegin, so at ekspertisan verður verandi í landinum.
- Tey, sum hava ekspertvitanina - tað vil siga tey, sum arbeiða uppá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin - mugu sleppa í gongd sum skjótast við at fyrireika arbeiðið.
- Í 2023, tá tey eru ferdig við Sandoyartunnilin, eru tey topptunaði, og viss mann ikki stovnar eitt partafelag nú, so fer ekspertisan avstað, og so er stórur vandi fyri, at Suðuroyartunnilin ikki verður veruleiki.
- Tey frá tunnilsfeløgunum hava eisini undirstrikað, at tað einasta rætta at gera er at stovna eitt partafelag, sigur Bjarni Hammer.
Royna at oyðileggja vónina
Tvøramaðurin heldur, at kreftir í politisku skipanini royna at oyðileggja vónina hjá suðuroyingum at fáa ein tunnil ímillum Suðuroynna og miðstaðarøkið. Hann er serliga vónbrotin av suðuroyingunum í samgonguni.
- Fólk norðanfjørðs eru ikki líka áhugað sum okur at fáa ein Suðuroyartunnil, tí tunnilin kostar nógv at gera, og hetta er sum vera man eitt stríð um resursir.
- Tá hetta er sagt, so vil jeg sláa fast, at jeg eri sera skuffaður av hesum (tilmælinum hjá meirilutanum í rættarnevndini, red), tí í sambandi við valið í fjør snakkaðu nógvir politikarar um týdningin av at fara í gongd við Suðuroyartunnilin beinanvegin. Og Christian F. Andreasen, formaðurin í rættarnevndini, hevur eisini úttalað sjeg positivt í almenninginum um at stovna eitt partafelag.
- Jeg eri serliga skuffaður av suðuroyinginum í samgonguni, og jeg haldi, at hetta er eina og aleina ein roynd at draga málið út, so at mann sleppur undan at fara undir Suðuroyartunnilin, sigur Bjarni Hammer, ið leggur dent á, at tað eisini kann spæla inn, at hetta er eitt andstøðuuppskot.
- Men er tað ikki positivt, at 5 milliónir krónur eru játtaðar til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og at landsstýrið í løtuni arbeiðir við eini ætlan um at seta upp móti 100 milliónir krónur av árliga á langtíðar íløguætlanini til Suðuroyartunnilin?
- Nei, nei, hatta er bara ein slutur fyri ein slatur. Hatta eru bara tóm orð, so at mann kann fáa hesa verkætlanina útsetta, svarar Bjarni Hammer avgjørdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald