back-icon

16.06.2020 15:04

- Vildi forskrekkja hann tí hann hevði spilt meg út á netinum

Fyrr í dag royndi ein maður í 30-unum at greiða frá fyri Føroya Rætti, hví hann ikki eigur at verða dømdur fyri at hava roynt at koyrt ein mann niður í Klaksvík

Føroya Rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
16.06.2020 15:04 Jens Hákun Leo

Tað stóð á gomlum nøglum í Føroya Rætti í dag, tá ein maður í 30-unum úr Suðuroy sat á ákærubeinkinum í sambandi við eina hending, sum fór fram í Klaksvík í juni mánaði í fjør.

Maðurin er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt ein annan mann niður beint uttanfyri matstovuna Carthage Steak á Stoksoyrarvegi í Klaksvík. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava nýtt harðskap ímóti hesum sama manninum.

Les meira: Ákærdur fyri at hava roynt at koyra mann niður í Klaksvík

Tann ákærdi segði í rættinum, at hann vildi loypa hvøkk á hin mannin. Hin maðurin hevði sambært honum skrivað ymiskt keðiligt um hann á Facebook og á viðmerkingateiginum hjá Portal.fo.

- Eg var irriteraður inná hann og vildi forskrekkja hann, tí at hann hevði spilt meg út á netinum, bæði á Facebook og niðriundir greinum á Portalinum, segði tann ákærdi.

Ætlaði ikki at koyra hin mannin niður

Tann ákærdi helt fast um, at hansara ætlan var ikki at koyra hin mannin niður. Hann sló fast, at um hann veruliga hevði viljað koyrt mannin niður, so hevði hann gjørt tað.

- Eg speedaði upp og helt koblingini inni, so at tað skuldi ljóða ógvusligt. Eg drejaði so inn á fortovið og koyrdi ímóti honum, men eg steðgaði einar tveir metrar frá honum. Eg koyrdi ikki so skjótt. Endamálið var ikki at koyra hann niður, men at forskrekkja hann.

- Hetta eydnaðist nokk eisini. Maðurin er nokk lopin, tí at hann datt móti húsavegginum. Eg fór so úr bilinum og gjørdi honum greitt, at eg fann meg ikki meira í hesum.

- "Eg finni meg ikki meira í at vera spiltur út á netinum," rópti eg eftir honum. Eg risti so í hann. Hann var kraftiga ávirkaður av rúsdrekka og datt niður á vegin, greiddi tann ákærdi frá.

Hendingin fór fram um hálvgum níggju tíðina tann 18. juni í fjør.

[object Object]

Uttanfyri Carthage Steak í Klaksvík (Mynd: Google Maps)

Tann ákærdi noktar seg sekan í ákærunum, og verjin hjá honum krevur frídøming.

Ákæruvaldið førir fram, at ein partvís treytaður fongsulsdómur uppá ikki minni enn 4 mánaðir er uppá sítt pláss.

Dómur verður sagdur í málinum næsta týsdag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald