Country & Blues festivalurin er avlýstur
Fyriskipararnir av Country & Blues festivalinum hava gjørt av at avlýsa festivalin í ár eftir útmeldingina frá løgmanni fyrr í dag
Sørvágs Country og Blues festivalur skuldi upprunaliga verða í juni mánaði. Síðan varð hann fluttur til 3-4. juli, men í sambandi við nýggjasta tilmælið um at eingir festivalar verða í juli og august mánaði, so hava fyriskipararnir valt at avlýsa festivalin fyri í ár.
Les meira: Vilja tvinga skeinkistøð at lata aftur
- Nú hevur tað drigið ov langt út á árið, og tey útlendsku nøvnini koma ikki, og tí hava vit valt at avlýsa, sigur Allan Samuelsen, fyriskipari.
Allan Samuelsen upplýsir, at tey, sum hava keypt atgongumerki til festivalin í ár, kunnu goyma tað og nýta tað, tá festivalurin verður aftur næsta ár. Hann slær fast, at tá festivalurin hevur fingið endurgjald frá landinum, so fer tað helst at bera til hjá teimum, sum ynskja tað, at fáa pengarnar aftur fyri atgongumerkið.
Seinni í dag verður lagnan hjá Summarfestivalinum avgjørd. Fyriskipararnir av festivalinum fara at hava fund um støðuna í dag, og tá verður gjørt av, hvussu verður við festivalinum í ár.
Erik Biskopstø, fyriskipari, upplýsir at almenningurin fer at fáa endalig boð um Summarfestivalin heilt skjótt.
Fyrr í dag komu boðini, um at G! Festivalurin í ár er avlýstur, meðan Voxbotn er útsett til í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald