back-icon

10.09.2021 22:17

Einki dulsmál at vit brúka nógva tíð saman

Føroyskt Ex on the Beach-par? Teitur Skoubo avdúkar fyri Se og Hør at hann og Teresa Ovenberg eru væl í dag, men tey taka tað sum tað kemur

Teitur Skoubo (Mynd: Discovery+)
10.09.2021 22:17 Hvat.fo

- Kanska. Tað kundi verið. Men man veit ongantíð.

Tað svarar Teitur Skoubo tá Se og Hør spyr, um hann og Teresa Ovenberg hava kastað saman.

Tey bæði eru við í nýggjasta umfarinum av Ex on the Beach, har nýggir partar koma út hvønn sunnudag. Seinasta sunnudag kom Teresa Ovenberg við í sendingina við einum braki, tí júst meðan Teitur og ein kvinnuligur luttakari í Ex on the Beach skuldu í gongd undir dýnuni, kemur havnargentan inn í rúmið.

Les eisini: Ex on the Beach: Teresa tekur Teit á bóli

Tað eru nakrir mánaðir síðani, at upptøkurnar til Ex on the Beach vórðu gjørdar í Gran Canaria, og í sendingini hava vit enn ikki sæð so nógvan romantikk millum tey bæði, men okkurt bendir á, at tað fer at koma.

[object Object]Teresa Ovenberg (Mynd: Discovery+)

Teitur Skoubo, sum seinastu árini hevur roynt eydnuna sum realityluttakari í Danmark, avdúkar fyri Se og Hør, at hann og Teresa Ovenberg nýta nógv tíð saman, og hugna sær óført.

- Tað er einki duldarmál, men vit hava ikki sett orð á hvat vit eru. Í fyrsta umfari hugna vit okkum bara saman, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann blíva til, greiðir Teitur frá.

- Vit hava verið par í fleiri umførum, har tað ikki hevur riggað. Seinastu ferð hendi alt heldur skjótt, so nú taka vit tað, sum tað kemur, sigur havnardrongurin.

- Okkum dámar at brúka tíð saman, og eg eri góður við hana, sigur Teitur Skoubo.

Ex on the Beach sæst á Discovery+, og tveir nýggir partar koma út hvønn sunnudag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald