Gevast við stórari realityrøð eftir 14 ár
Keeping Up with the Kardashians verður sent fyri seinastu ferð í 2021
Eftir 14 ár verður punktum nú sett við eina av mest umrøddu realityrøðina, Keeping Up with the Kardashians.
Hesum boðar Kim Kardashian til sínar fylgjarar í Instagram í kvøld.
Keeping Up with the Kardashians varð fyrstu ferð sent í 2007. Nítjanda umfar verður sent 17. september, og tá tjúgunda og seinasta umfar er sent í 2021, er altso liðugt.
- Tað er við tungum hjarta at vit hava tikið avgerð sum familja at siga farvæl við Keeping Up with the Kardashians, skrivar Kim Kardashian til sínar fylgjarar.
- Sendingin hevur gjørt okkum til tey vit eru, og eg takki øllum, sum hava spælt ein leiklut í at skapa okkara yrkisleið og hava broytt okkara lív, skrivar hon.
Keeping Up with the Kardashian hevur fylgt familjuni Kardashian-Jenner, og hevur gjørt familjuna, og ikki minst systrarnar Kim, Kourtney, Khloé, Kendall og Kylie heimskendar.
Síðst nevnda, Kylie Jenner, hevur gjørt tað framúr seinastu árini. Á Forbes-lista er hon best samsýnti kendi persónurin heiminum við einari inntøku upp á 3,7 milliardir seinasta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald