Karl møtti upp við gomlum kenningi
Christel Trubka er eftir øllum at døma glað fyri føroyingar
Karl Weihe er blivin ein kendur harri í danska realityumhvørvinum nú hann er aktuellur í Ex on the Beach, og í gjár var hann bjóðaður til frumsýning av nýggja filminum Avatar.
Hann møtti upp saman við einum gomlum kenningi tá tað ræður føroyskar realityluttakarar. Christel Trubka.
Hana hava vit skrivað um áður, og tað hevur verið í sambandi við Teit Skoubo. Christel Trubka og Teitur Skoubo vóru par frá januar til november 2020.
Á sumri 2020 luttóku tey bæði í realitysendingini Singletown, har tey trýstroyndu parlagið. Tað gekk sum kunnugt hart fyri seg, og tey fóru frá hvørjum øðrum nakrar mánaðir seinni.
Funnu hvønn annan á Instagram
Christel og Karl hava kent hvønn annan í nakrar fáar vikur, og tað byrjaði á Instagram.
- Christel er ein fitt genta. Hon er brúnetta, og vit funnu hvønn annan á Instagram. Vit hugna okkum og dáma hvønn annan, segði Karl Weihe við Se og Hør til frumsýningina av Avatar.
- Vit dáma hvønn annan. Hann er ókey at vera saman við. Eg haldi, at Karl er ein deiligur drongur, sigur Chistel Trubka.
(Mynd: Karl Weihe / Instagram)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald