Korona steðgaði ballinum
Rúsan seldi minni í mars í ár, enn hon gjørdi í mars mánaði tey bæði undanfarnu árini

Nýggjastu tølini hjá Rúsuni vísa, at sølan av øli og cider stagneraði, tá koronakreppan byrjaði fyrr í ár.
Í mun til januar og februar í 2019 og 2018, so var sølan av øli og cider í Rúsuni vaksandi tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Men í mars steðgaði hesin vøksturin upp.
Rúsan seldi minni í mars í ár, enn hon gjørdi í mars mánaði tey bæði undanfarnu árini.
Covid-19 er óivað ein týðandi faktorur í hesum sambandi, meta tey í Rúsuni.
- Sjálvandi spælir tað inn, at skeinkistøðini ikki keypa frá okkum í løtuni, men mann skal tó eisini hava í huga, at nógv færri fólk koma her at keypa, nú einki er at fara til í býnum um vikuskiftini, siga tey.
Les eisini: Korona fær ung at drekka minni
Tey í Rúsuni leggja afturat, at tað eru nógvir ymiskir faktorar at taka hædd fyri, tá mann skal døma um hesi ymsu hagtølini - eitt nú nær páskir hava verið tey seinastu árini, nær onkur ølsmakking hevur verið hjá bryggjaríunum og so framvegis.
- Men inntil víðari er eingin ivi um, at afturlatingin av býarlívinum hevur eina stóra ávirkan á søluna hjá okkum. Sum sagt, bæði tí at skeinkistøðini ikki keypa frá okkum, men eisini tí at fólk ikki longur koma her og keypa inn til at fara í býin.
Rúsan seldi 257.040 litrar av øli og cider teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Sama tíðarskeið í fjør seldi hon 235.710 litrar av øli og cider.
Føroyska samfelagið fór niður í ferð orsakað av koronasmittuni tann 12. mars.
Rúsuhagtøl:
Januar 2018 - 62.293 litrar seldir
Januar 2019 - 62.204 litrar seldir
Januar 2020 - 72.318 litrar seldir
Februar 2018 - 81.775 litrar seldir
Februar 2019 - 77.405 litrar seldir
Februar 2020 - 88.687 litrar seldir
Mars 2018 - 105.905 litrar seldir
Mars 2019 - 96.102 litrar seldir
Mars 2020 - 96.035 litrar seldir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald