back-icon

30.04.2020 16:45

Náttarlívið í Havn vendir aftur

Blábar letur upp aftur í annaðkvøld klokkan 21. Harvið fylgir jazz- og bluesbarrin í fótasporunum hjá Sirkus, sum lat upp aftur í gjár

30.04.2020 16:45 Jens Hákun Leo

Í gjár lat Sirkus Föroyar upp aftur eftir at hava havt stongt síðan miðskeiðis í mars, og í annaðkvøld letur so eisini Blábar upp aftur.

Rógvi á Rógvu, sum er annar av eigarunum av Blábar, sigur at í fyrsta umfari koma tey at hava opið við fleiri avmarkingum.

- Vit taka tilmælini hjá myndugleikunum í størsta álvara, og í byrjanini sleppa bert tíggju fólk at vera inni í senn. Vit lata upp klokkan 21 í annaðkvøld og koma bert at hava opið í einar tveir tímar ella so.

- Vit mæla fólki til at spritta sær um hendurnar, og vit loyva bara fólki inn, sum bera seg sámuliga at. Fólk, sum eru sjónliga ávirkað, sleppa ikki inn, sigur Rógvi á Rógvu.

Blábar eigarin fegnast um, at tað nú ber til at fara í gongd aftur.

- Vit hava mist uppá hesa kreppuna, tí tað kostar sum kunnugt at hava eitt stað sum hetta koyrandi. Vit skulu jú rinda leigu, tryggingar, hita, el, licens, og so framvegis.

- Heldigvís so hava vit fingið stuðul frá landinum í og við at starvsfólkini hjá okkum eru komin í koronaskipanina hjá ALS. Á henda hátt hava tey fingið inntøku, meðan hetta hevur staðið uppá, og eg vænti, at vit koma at behalda tey flestu av teimum, sigur Rógvi á Rógvu.

Eitt annað skeinkistað í miðbýnum, sum minnir um Blábar, er Essabarr. Har hava tey enn ikki gjørt av, nær tey opna aftur.

Sirkus lat sum nevnt upp í gjár og fylgir tilmælunum frá myndugleikunum við ikki at hava opið til ov seint út á kvøldið.

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen mælti í dag harðliga frá, at skeinkistøð hava opið til langt út á náttina í vikuskiftunum.

Nýggjasta tilmælið viðvíkjandi kaffi-og matstovum er, at tær kunnu hava opið til klokkan 22 til og við 30. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald