back-icon

04.06.2020 17:11

Skeinkistøð verða ikki tvingað at lata aftur enn

Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við at kanna, hvørjir møguleikar eru at fáa til vega eina heimild til at steingja skeinki-og dansistøð eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
04.06.2020 17:11 Jens Hákun Leo

Tað letur ikki til, at skeinkistøð skulu vera so øgiliga stúrin fyri, at tey verða noydd lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar í nærmastu framtíð.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, upplýsir at Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við at kanna, hvørjir møguleikar eru at fáa til vega eina slíka heimild, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tosaði um á tíðindafundinum síðsta fríggjadag.

Vinnumálaráðið er tó ikki komið so langt enn við hesum arbeiðnum.

- Vit arbeiða við at kanna, hvørjar møguleikar eru, men vit eru ikki komin so langt enn við hesum. Eg veit heldur ikki, hvat mann kann seta í verk av hesum, og tað verður nokk eisini bara talan um at seta heimildina í verk, um tað veruliga verður brúk fyri henni. Um vit eitt nú fáa fleiri smittaði aftur.

- Ikki tí, tað kann vera, at tað verður neyðugt at seta eina slíka heimild í verk, og hjá okkum ræður tað tí um at vera uppá forkant og hava heimildina klára, um tað skuldi verðið neyðugt, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði frá í síðstu viku, at landsstýrið arbeiðir við at útvega sær eina heimild til at steingja skeinki-og dansistøð eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar.

Les meira: Vilja tvinga skeinkistøð at lata aftur

Higartil hevur almenna tilmælið verið, at skeinki- og dansistøð eiga at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 um kvøldarnar.

Skeinkistøð hava tó sæð burtur frá hesum tilmælinum og hava havt opið til í øllum førum klokkan 24 í vikuskiftunum hesar síðstu vikurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald