Skeinkistøðini hava avtalað at hava opið til klokkan 24
Skeinkistøðini í Havn hava valt at síggja burtur frá tilmælinum um at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22
(Mynd: Essabarr)
Tann 30. apríl kunngjørdu myndugleikarnir, hvussu næsta stigið av upplatingini av samfelagnum skuldi fara fram.
Løgmaður staðfesti tá, at tilmælið, um at matstovur, kaffistøð og skeinkistøð eiga at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22, framvegis var galdandi.
Higartil hava skeinkistøðini tó ikki fylgt hesum tilmælinum so strangt.
Nøkur teirra høvdu opið til longur enn klokkan 22 síðsta vikuskifti.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, stongdu seinastu skeinkistøðini klokkan 1.30 sunnunáttina.
Les meira: - Tilmælini geva ikki meining longur
Nú boða so nakrar barrir frá á sosialu miðlunum, at tær hava opið til á midnátt í vikuskiftinum, sum stendur fyri framman.
Blárbar hevur opið fríggjakvøldið og leygarkvøldið frá klokkan 20 til 24, meðan Bjórkovin hevur opið frá klokkan 20 til 24 hóskvøld til leygarkvøld, fyribils í óásetta tíð. Taboo hevur opið til klokkan 23 í vikuskiftinum.
Vit hava fingið upplýst, at eigararnir av skeinkistøðunum í Havn høvdu fund í síðstu viku. Á fundinum samdust teir um, at øll skeinkistøðini - bæði barrir og náttklubbar - hava opið til klokkan 24 í vikuskiftunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald