Sleppa helst at hava opið til longur enn klokkan 22
Myndugleikarnir koma at grípa inn, um skeinkistøðini ikki fylgja tilmælunum
Hóast landsstýrið nú arbeiðir við at útvega sær eina heimild til at steingja skeinki-og dansistøð eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar, so merkir hetta ikki neyðturviliga, at skeinkistøð koma at fáa boð um at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 um kvøldarnar.
Bárður á Steig Nielsen upplýsir, at hann væntar, at skeinki- og dansistøð sleppa at hava opið til longur enn klokkan 22.
- Eg vænti, at tað klokkuslettið verður nakað seinni enn klokkan 22, soleiðis at fólk kunnu fara út og njóta eina løtu saman.
- Tó kemur tað ikki at verða opið til langt út á náttina. Hetta verður gjørt, tí at heilsukunnleikin metir, at náttarlívið er ein av teimum heilt stóru smittuvandunum, sum er, sigur løgmaður.
Les meira: Vilja tvinga skeinkistøð at lata aftur
Løgmaður slær fast, at myndugleikarnir koma at grípa inn, um skeinkistøðini ikki fylgja tilmælunum.
- Tað hevur sæð út til at vera ein avbjóðing við skeinkistøðunum. Tí metir mann nú tíverri, at tað er neyðugt at fáa eina heimild til vega, soleiðis at mann kann grípa inn, um so er, at tilmælini ikki verða fylgd, sigur hann.
- Hetta er sjálvandi at grípa inn í vinnulívið og annað, men eg vóni, at fólk og vinna hava forstáilsi fyri hesum, sum vit gera. Hetta er fyrst og fremst fyri at verja okkum ímóti koronasmittuni, undirstrikar Bárður á Steig Nielsen.
Higartil hevur almenna tilmælið verið, at skeinki- og dansistøð eiga at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 um kvøldarnar.
Skeinkistøð hava tó sæð burtur frá hesum tilmælinum og hava havt opið til klokkan 24 í vikuskiftunum hesar síðstu vikurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald