back-icon

01.07.2020 11:05

Starvsfólk á psykiatrisku deild kastað móti grótgarði

Læknin, sum tók ímóti kvinnuni, sum kom á skaðastovuna í Havn aftaná álopið vestan fyri Sandá í juni mánaði í fjør, møtti eini ikki so tespiligari sjón

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
01.07.2020 11:05 Jens Hákun Leo

Nevningating er í hesum døgum á Hotel Hafnia í sambandi við eina hending, sum fór fram tann 22. juni í fjør.

Ein maður fyrst í 20-unum er ákærdur fyri drápsroynd, eftir at hann skal hava tikið kvørkratak um eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin ímillum Havn og Argir.

Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, skal hava lagt á eitt starvsfólk, sum gekk ein túr saman við honum á omanfyrinevndu gøtu.

Les meira: Kvørkratak við Sandá - nú er nevningatingið byrjað

Kvinnan kom frá hendingini við lívinum, men hon varð illa særd og mátti verða flutt á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum.

Læknin, sum tók ímóti kvinnuni, møtti eini ikki so tespiligari sjón.

Læknin greiddi millum annað frá, at kvinnan hevði blá merki um kjálkabeinið og um eyguni, og at hon hevði sár í hárbotninum.

- Kvinnan var blóðsprongd um eyguni. Hon bløddi nasablóð, og tað sást, at hon var komin til at bíta seg sjálva í tunguna. Hon hevði sár á tunguni, og hon hevði skursl á hondunum og báðum knøunum. Harumframt hevði hon eitt reytt merki á hálsinum, og hon var eym um rivjabeinið, segði læknin í rættinum í gjár.

Kvinnan varð kastað móti einum grótgarði, og høvdið hjá henni tók í fleiri ferðir. Hon varð sparkað og sligin í høvdið, og hon varð hildin um hálsin, kom fram undir vitnisavhoyringunum í rættinum.

Kvinnan var ongantíð uttan vit og fekk sjálv boðað frá álopinum, sum fór fram um kvøldið tann 22. juni í fjør. Hon varð innløgd á intensivu deild, av tí at illgruni var um, at hon hevði fingið ein heilaskjálvta.

Kvinnan varð sjúkrameldað í nakrar vikur eftir hendingina.

Var avkláraður og fattaður

Maðurin, sum skal hava framt drápsroyndina, er ákærdur eftir grein 244 og 245 í revsilógini.

Tað kom fram undir vitnisavhoyringunum í gjár, at maðurin var "avkláraður og fattaður" við tað, sum hann hevði gjørt, tá løgreglan kom á staðið.

Ein løgreglumaður, sum vitnaði, greiddi frá, at tá hann og ein starvsfelagi komu á staðið, eftir at kvinnan hevði ringt 1-1-2, virkaði maðurin "róligur, men nervøsur."

- Tað virkaði, sum hann hevði ringa samvitsku, og hann úttalaði, hvat hann hevði gjørt, upplýsti løgreglumaðurin.

- Vit fortaldu honum, hvørji rættindi hann hevði, bæði eina og tvær ferðir, men hann bleiv við at tosa, eisini eftir at hann var komin í bilin við okkum, segði løgreglumaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald