back-icon

12.09.2021 23:32

Teitur blakaður til hús

Óvæntað verður orkubumban Teitur Skoubo blakaður til hús í Ex on the Beach

(Skiggjamynd: Discovery+)
12.09.2021 23:32 Hvat.fo

Tárini trilla í parti níggju av Ex on the Beach, sum kom út í morgun. Teitur Skoubo er sendur til hús. Teldilin, sum plingar nakrar ferðir um dagin við boðum til gestirnar, hevði keðilig tíðindi hesaferð.

- Tú veitst aldrin nær tíðin hjá tær í Ex on the Beach er úti. Teitur, tín tíð her í húsinum, endar nú, verður lisið upp úr boðunum.

Hetta kemur óvart á hjá fleiri av luttakarunum, um ikki skilja hví tað júst er orkufulli Teitur Skoubo, sum skal til hús.

Serliga hjá hinum føroyska luttakaranum, Teresu Ovenberg, kemur tað dátt við. Tey høvdu fyrr á degnum prátað um teirra kenslur fyri hvørjum øðrum og vóru komin tættari.

Prátið teirra millum steðgar so í øllum førum fyibils, men tað er sæð fyrr, at luttakarar, sum verða bidnir um at fara heim, koma inn aftur seinni í sendingini.

Upptøkurnar eru gjørdar á Gran Canaria í summar, og síðani tá eru Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg farin at brúka nógva tíð saman. Meira um tað her.

Ex on the Beach sæst á Discovery+, og tveir nýggir partar koma út hvønn sunnudag.

[object Object]Teresa Ovenberg úr Havn (Mynd: Discovery+)

[object Object]Teitur Skoubo úr Havn (Mynd: Discovery+)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald