back-icon

20.09.2021 22:34

Teresa fótar sær í Ex on the Beach

Eftir at Teitur Skoubo í partinum í síðstu viku varð blakaður úr Ex on the Beach, roynir Teresa at hugna sær víðari sum frægast. Eitt nú eru hon og Martin blivin væl

(Skíggjamynd: Discovery+)
20.09.2021 22:34 Hvat.fo

Júst sum Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg í stóru summarhúsunum í Gran Canaria eru komin nærri hvørjum øðrum eftir ikki at hava prátað saman í fleiri mánaðir, verður sprelski havnardrongurin útblakaður.

Framleiðslutoymið avgerð hvør kemur inn og hvør sleppur at vera verandi, og tey hava mett, at Teitur Skoubo fyribils ikki skuldi vera partur av sendingini.

[object Object]Martin er serliga hugtikin av føroyska tónalagnum tá Teresa prátar danskt (Síggjamynd: Discovery+) 

Teresa, sum kortsíðani er komin við í sendingina, roynir eftir hetta at fóta sær, og hevur síðani deilt song saman við biðlasveininum Martin. Tað er ikki at siga ov nógv, at Teresa og Martin hava eitt gott eygað til hvønn annan.

Higartil eru tólv partir komnir út, og tí er enn góð tíð til at Teitur Skoubo kemur inn aftur í sendingina, sum er í 24 pørtum.

Upptøkurnar til sendingina eru gjørdar á Gran Canaria í summar, og síðani eru Teitur og Teresa blivin góð og brúka nógv tíð saman. Tey eru ikki par, siga tey, og tey taka tað sum tað kemur.

Tveir nýggir partar av Ex on the Beach koma á Discovery+ hvønn sunnudag.

[object Object]Tárini fullu tá tað var greitt, at Teitur Skoubo varð sendur heim (Mynd: Discovery+)

[object Object](Mynd: Discovery+)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald