back-icon

27.07.2020 18:15

Ung undir 18 gromm eftir at sleppa á diskotek

Sigfríður á Plógv, eigari av náttklubbunum Bassalt og Loca, greiðir frá, at nógv ungfólk royna dúgliga at sleppa inn í náttklubbarnar í miðbýnum

Basecamp (Savnsmynd)
27.07.2020 18:15 Jens Hákun Leo

Nógv ungfólk ímillum 16 og 18 ár eru ómetaliga gromm eftir at sleppa inn á skeinkistøð í miðbýnum í Havn.

Hetta viðurkennir Sigfríður á Plógv, eigari av náttklubbunum Bassalt og Loca.

Sigfríður váttar tíðindini, sum bórust um vikuskiftið um, at løgreglan hevði sæð nógv ungfólk undir 18 ár ganga ávirkaði rundan um skeinkistøðini í miðbýnum í Havn.

Summi teirra sóu út til at vera ávirkaði av øðrum enn alkoholi, og ein ungur drongur var so illa fyri, at hann mátti sendast á Landssjúkrahúsið, skrivaði Portal.fo sunnumorgunin.

Les meira: Løgreglan: Haldið eyga við tykkara børnum (portal.fo)

Sigfríður á Plógv heldur ikki, at tey ungu undir 18 ár eru so nógv fullari enn tey, sum eru yvir 18.

- Tað er rætt, at hasin eini drongurin, sum mær vitandi var ræðuliga ungur, varð sendur á Landssjúkrahúsið, tí at hann hevði drukkið ov nógv, men generelt so hava vit ikki lagt til merkis, at tey, sum eru undir 18 ár, blíva so øgiliga nógv fullari enn tey, sum eru yvir 18. 

- Hinvegin so hava vit ein stóran trupulleika við teimum ungu. Serliga við teimum, sum eru ímillum 16 og 18 ár, sigur Sigfríður.

Gera sum Zakeus

Sigfríður greiðir frá, at nógv ungfólk royna dúgliga at sleppa inn í náttklubbarnar í miðbýnum. Hjá summum er tað nærum sum ein lívsmissión, sigur hann.

- Vit síggja øgiliga ofta, at nógv av teimum ungu, eini 20-30 í tali, koma oman klokkan 22, og so kunnu tey standa eitt heilt kvøld uttanfyri og bíða, til tey fáa ein møguleika at sníkja seg inn. Kanska tá vaktirnir fara burtur frá eina løtu ella okkurt tílíkt.

- Hjá summum er tað nærum sum ein lívsmissión at sleppa inn í náttklubbarnar, og nógv av teimum eru øgiliga kreativ í teirra royndum at sleppa inn.

- Onkur klatrar enntá upp um garðar og upp í lyktapelar fyri at sleppa inn, og tá tey so verða blakað út aftur, so royna tey bara umaftur og so aftur umaftur. Tey nokta at geva upp.

- Men vit hava so sett tríggjar vaktir, og teirra høvuðsuppgáva er at halda ungum undir 18 ár úti, ger Sigfríður greitt.

Skuldsett fyri at loyva ungum inn

Sigfríður fortelur, at skeinkistøð sum Bassalt og Loca av og á fáa at hoyra fyri, at tey hava vitjan av ungum, sum eru undir 18 ár. Hann er harmur um, at skeinkistøð verða skuldsett fyri at loyva hesum.

- Vit tveita tey út, sum ikki hava loyvi at vera inni, og vit boða løgregluni frá hesum, men tey ungu fáa onga bót ella nakað fyri hetta, og løgreglan ger heldur einki við trupulleikan, men vísir bara til sosialu myndugleikarnar, sigur Sigfríður á Plógv.

- Tey váðafúsu taka kjansir

Óli Rubeksen, ið er SSP-ráðgevi, leggur sína fatan afturat søguni um ungfólkini. Hann vísir á, at nógv tey flestu av teimum ungu undir 18 ár skikka sær væl, tá tey eru úti um kvøldarnar.

Les meira: Tey flestu ungu undir 18 ár skikka sær væl um kvøldarnar

- Eg haldi, at tey flestu av okkum kenna til 80-20 lutfallið. Eg meti í hesum føri, at 80 prosent av teimum ungu, sum eru undir 18 ár, skikka sær væl, tá tey eru úti um kvøldarnar.

- Men so eru tað hini 20 prosentini. Tað eru tey, sum skapa yvirskriftirnar, og tað kann vera trupult at hava við at gera, tí at nøkur ung eru bara meira váðafús enn onnur og taka kjansir, sum tey ikki skuldu tikið, sigur Óli Rubeksen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald