back-icon

12.05.2020 13:38

Vekk við porno í Føroyum - vil leggja filtur á allar pornosíður

Jenis av Rana mælir til at leggja filtur á allar pornosíður í Føroyum, tí tað vil - sambært honum - verja øll, eisini børnini

Mynd: Sverri Egholm
12.05.2020 13:38 Jens Hákun Leo

Stendur tað upp til Jenis av Rana, mentamálaráðharra, so verða víðfevnd tiltøk sett í verk fyri at verja børn og ung ímóti pornografi á netinum.

Mentamálaráðharrin fer á landsstýrisfundi í dag at taka upp spurningin um filtur á pornosíðum.

Hann leggur dent á, at hann ikki bert tosar um barnapornosíður í hesum sambandi, men um allar pornosíður.

- Vit mugu fara inn til veruligu kjarnina, sum er møguleikin sum øll í dag, bæði børn og vaksin, hava at síggja porno á netinum.

- Tað finnast vælvirkandi filtur, ikki bert ímóti barnaporno, men ímóti øllum sløgum av pornografi. Er viljin til tess, so kunnu børnini verjast, við at samfelagið tekur slík filtur í brúk og áleggur telefyritøkunum at brúka tey, sigur Jenis av Rana. 

Tvístøða ímillum Jenis og Helga

Uppskotið hjá Jenisi av Rana kemur í kjalarvørrinum av, at ungi Miðflokkatingmaðurin, Steffan Klein Poulsen herfyri spurdi Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra, hvat hann heldur um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum at sleppa til pornografi á internetinum.

Miðflokkatingmaðurin spurdi eisini vinnumálaráðharran, um vit í Føroyum skulu gera mun ímillum internetreikanina hjá børnum og vaksnum, soleiðis at børn ikki hava somu atgongd til pornografi á internetinum sum vaksin.

Les meira: - Ber ikki til at koma pornografinýtslu til lívs við orwellianskum eftirliti

Helgi Abrahamsen legði í sínum svari dent á, at fólkaræðislig atlit viga hægri enn tráanin eftir at fylgja neyvt við hvørjum einasta brúkara á netinum.

[object Object]

- Um atgongdin hjá børnum og ungum at sleppa framat ávísum tilfari á netinum skal verða tøkniliga avmarkað, krevst, at øll, sum ferðast á netinum, eru eyðmerkt, og at atferðin hjá øllum internetbrúkarum í Føroyum verður fylgd neyvt. Eitt slíkt eftirlit, vænti eg, hevði mest av øllum mint um Big Brother í skaldsøguni 1984 eftir George Orwell. Tøkniliga ber tað møguliga til, men í einum frælsum samfelagi ber ikki til at hava eftirlit við hvørjum einasta brúkara á hvørjari einastu tøkniligari eind, sum reikar á netinum.

- Tí ber heldur ikki til at gera mun á internetreikanini hjá børnum og vaksnum. Sum spyrjarin vísir á, er søla av pornografiskum tilfari bannað í føroyskari lóg, og í so máta er ikki tørvur á serligum reglum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum. Trupulleikin er, at tað er sera trupult at handhevja hetta forboð uttan at seta í verk víðfevnt eftirlit við atferðini hjá øllum landsins borgarum, segði Helgi Abrahamsen.

Sambært vinnumálaráðharranum er tað fyrst og fremst við upplýsing, at vit kunnu verja børnini fyri pornografiskum tilfari á internetinum.

Ikki nóg mikið við upplýsing

Jenis av Rana er samdur við Helga Abrahamsen í, at børn og ung eiga at verða upplýst um pornografiskt tilfar.

- Hetta eiga bæði lærarar, heilsufrøðingar og foreldur at gera, heldur hann.

Jenis av Rana slær tó fast, at tað skal meira enn bara upplýsing til fyri at verja børnini.

- Vit kunnu dagføra kunningina og upplýsingina á økinum, alt vit vilja. Hetta kemur tó ikki at tryggja børnini móti porno, heldur ikki um so útgerðin, tey fáa heim við úr skúlunum, er hundrað prosent trygg, tí tey flestu teirra ganga væl saktans við einari óvardari snildfon í lummanum.

Sambært mentamálaráðharranum kann tað ikki passa, at mann ikki kann seta filtur á vaksnamannaporno, tá mann sum kunnugt kann seta filtur á barnaporno.

Børn ikki vard ímóti vaksnamannaporno

Mentamálaráðharrin vísir á, at bókasøvn og aðrir stovnar hava filtur á øllum sløgum av porno. Endamálið við hesum er, at mann ikki skal sleppa inn á ónærisligar síður.

Mann átti at kunnað gjørt tað sama fyri alt samfelagið, heldur Jenis av Rana.

- Vit verja børnini ímóti barnaporno, og tað haldi eg er sera gott. Men vit verja tey ikki ímóti vaksnamannaporno. Tey hava fría atgongd til porno, sum nú er.

 Tað er tí, eg spyrji, hví vit ikki seta eitt generelt filtur á, so at vit kunnu koma hesum trupulleika til lívs. Hetta vil verja øll, eisini børnini. 

- Í mínari verð snýr tað seg bara um at hava viljan til at gera tað, sigur Jenis av Rana.

Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hann fer at kanna, hvussu mann kann fáa eitt slíkt filtur til vega í Føroyum. Hann hevur eisini sett ein fulltrúa til at eftirkanna, hvussu tað er við kunningini um pornografi í skúlunum. Ein frágreiðing um hetta verður gjørd, tá kanningin er liðug, upplýsir hann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald