back-icon

01.07.2020 18:23

- Eg ætlaði ikki at drepa hana

Ákæruvaldið vil hava ein mann, sum er fyrst í 20-unum, dømdan fyri drápsroynd, meðan verjin hjá manninum ynskir, at hann verður fríkendur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
01.07.2020 18:23 Jens Hákun Leo

Sonevnd procedura var í Føroya Rætti í dag í málinum um álopið við Sandá.

Ein maður fyrst í 20-unum er ákærdur fyri drápsroynd, eftir at hann tann 22. juni í fjør skal hava tikið kvørkratak um eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin ímillum Havn og Argir.

Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, skal hava lagt á eitt starvsfólk, sum gekk ein túr saman við honum á omanfyrinevndu gøtu.

Les meira: Kvørkratak við Sandá - nú er nevningatingið byrjað

Les meira: Starvsfólk á psykiatrisku deild kastað móti grótgarði

Nevningating skal døma í málinum, og í dag løgdu partarnir í málinum sakina fram, soleiðis sum teir síggja hana.

Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri drápsroynd, meðan verjin hjá manninum ynskir hann fríkendan.

Verjin, Petur Even Djurhuus heldur ikki, at talan var um eina drápsroynd, og hann heldur heldur ikki, at talan var um grovan harðskap.

Petur Even Djurhuus gongur við til, at finnur nevningatingið mannin sekan í at hava framt vanligan harðskap, so kann hann dømast í fongsul í eitt ár.

- Kundi endað heilt galið

Undir procedurini í dag vóru partarnir grundleggjandi ósamdir í spurninginum um, hvussu nógv skal til, áðrenn ein persónur kann dømast fyri eina drápsroynd.

Ákærin, Linda Margrethe Hesselberg vísti á, við støði í vitnisfrágreiðingini frá órættaðu kvinnuni, sum vitnaði í málinum mánadagin, at tað hevði endað heilt galið, um órættaða kvinnan ikki hevði gjørt mótstøðu, meðan maðurin helt um hálsin á henni.

Hesselberg legði dent á, at maðurin millum annað hevur ført fram, at ein av orsøkunum til, at hann steðgaði við at halda um hálsin á kvinnuni, var, at hon gjørdi so nógva mótstøðu, sum hon gjørdi, meðan hon lá niðri. 

Hesselberg greiddi eisini frá, at maðurin hevur viðgingið fyri løgregluni, at hann hevði ætlanir um at drepa onkran persón hendan dagin.

Verjin, Peter Even Djurhuus førdi hinvegin fram, at maðurin steðgaði við at halda um hálsin á kvinnuni av egnum vilja. Verjin sló fast, at hevði maðurin viljað dripið kvinnuna, so hevði hann gjørt tað. Eisini taldi tað við hjá verjanum, at maðurin ikki hevði nakað vápn uppiá sær, og at hann aftaná hendingina, og aftaná at kvinnan var farin á skaðastovuna, spurdi eftir kvinnuni. Hann spurdi tá, um hon hevði tað "okay".

- At maðurin hevur sagt, at hann hevði ætlanir um at drepa onkran persón hendan dagin, er ikki nóg gott grundarlag fyri at døma hann fyri drápsroynd, helt Peter Even Djurhuus, ið vísti á ymiskar dómar í hesum sambandi.

Maðurin hevur longu sitið í varðhaldi í eitt ár. Hann noktar seg sekan í øllum ákærunum.

- Eigur ikki at fáa vanligan fongsulsdóm

Peter Flügge, dómari gav manninum høvið at koma við einari endaligari viðmerking til málið, eftir at ákærin og verjin høvdu talað.

Maðurin helt tá stutt og greitt fyri:

- Eg ætlaði ikki at drepa hana.

Nevningatingið skal taka støðu til málið fríggjadagin.

Ákærin, Linda Margrethe Hesselberg mælti nevningatinginum frá at geva manninum ein vanligan fongsulsdóm, um hann verður funnin sekur í tí, sum hann er ákærdur fyri.

Tað verður ikki mett, at maðurin, sum hevur havt sálarligar avbjóðingar í fleiri ár, er egnaður at taka við einum vanligum fongsulsdómi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald