- Miðflokkurin og co hava ikki strongt á
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, afturvísir staðiliga, at tær religiøsu-konservativu kreftirnar í samgonguni streingja á fyri at halda skeinkistøð afturlatin
Uppafturlatingin av samfelagnum er eftirhondini farin fram í fleiri stigum. Enn sleppa skeinkistøð tó ikki at hava opið sum vant.
Tað sær eisini út til, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn hetta verður veruleiki. Løgmaður kunngjørdi í gjár, at landsstýrið arbeiðir við at útvega sær eina heimild til at steingja skeinki-og dansistøð eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar.
Les meira: Vilja tvinga skeinkistøð at lata aftur
Les meira: Sleppa helst at hava opið til longur enn klokkan 22
Hesi boðini frá løgmanni fara helst at elva til eina ávísa misnøgd ímillum fólk. Longu aftaná næstseinasta tíðindafundin, sum var tann 14. mai, var ónøgd við tilmælið um, at skeinkistøð ikki eiga at hava opið eftir klokkan 22.
Jóhann
, stjóri í Norðlýsinum, legði tá upp til, at tað eru tey kristinkonservativu í BAH 2-samgonguni, sum streingja á fyri at halda skeinkistøðini afturlatin.Jóhann
(Savnsmynd: Sverri Egholm)- Nú samfelagið fer upp aftur í ferð, og einans trý høvuðsøki framvegis eru umfatað av Corona-tiltøkum, kann tað undra, at skeinkistøðini eru millum hesi trý. Fleiri freistast at halda, at tað eru tær meira konservativt-religiøsu kreftirnar í samgonguni, ið hava strongt á fyri at halda skeinkistøð afturlatin, og hesar frustratiónirnar verða luftaðar á sosialu miðlunum, segði Jóhann Norðlýsinum.
í eini oddagrein áHann segði hann, áðrenn Jenis av Rana, mentamálaráðharri og formaður í Miðflokkinum, boðaði frá í gjár, at tað eigur at kunna lata seg gera at skipa virksemið í leguhúsunum Zarepta og Nesvík á ein nøktandi og gevandi hátt, soleiðis at børn og ung kunnu sleppa hagar í summar.
Heilsufakligi kunnleikin leggur trýst á
Løgmaður afturvísir tó staðiliga, at tað er nakað um tað, sum Jóhann
og onnur føra fram, um at tey kristinkonservativu ávirka uppafturlatingarpolitikkin hjá samgonguni. Hann sigur millum linjurnar, at politiski myndugleikin hevur staðið ímóti trýsti frá heilsufakliga kunnleikanum, sum hevur viljað havt heimildir til at grípa inn mótvegis skeinkistøðunum.- Eg vil ikki siga, at tey (kristinkonservativu, red) hava strongt á fyri at halda skeinkistøð afturlatin. Heldur tvørturímóti hevur tað verið so, at heilsufakligi kunnleikin hevur viljað farið nógv longur, enn vit hava viljað politiskt. Heilsufakligi kunnleikin hevur frá byrjan sagt, at teir vilja hava heimildir at grípa inn, tá heilsufakligu tilmælini ikki verða hildin, greiðir løgmaður frá.
Barrirnar eru tær størstu smittukeldurnar
Løgmaður hevur tó forstáilsi fyri ynskinum hjá heilsufakliga kunnleikanum.
- Eg havi forstáilsi fyri teimum, tí vit síggja, hvar tær størstu smittukeldurnar av korona hava verið. Ein stór smittukelda, sum sást aftur bæði í Íslandi og í Danmark, var ein barr í einum skíferiustaði í Eysturríki.
- Vit síggja eisini nú, at Suðurkorea noyðist at lukka niður aftur, tí at har hevur ein persónur verið úti eitt leygarkvøld og smittað eini 86 onnur. Tað má ikki henda fyri okkum. Tað er tað ringasta, sum kann henda, undirstrikar Bárður á Steig Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald