back-icon

17.06.2020 07:00

- Mundi verðið trumlaður niður uttanfyri Carthage Steak

Sambært manninum, sum var nær við at verða ákoyrdur í Klaksvík í fjør, hevði staðið heilt illa til, um hann ikki hevði megnað at leypa burtur í evstu løtu

Føroya Rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
17.06.2020 07:00 Jens Hákun Leo

Ein maður í 30-unum úr Suðuroy er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt ein mann niður uttanfyri Carthage Steak í Klaksvík í juni mánaði í fjør.

Maðurin talaði sína søk í Føroya Rætti í gjár, og tað gjørdi tann órættaði eisini, sum var innkallaður sum vitni í málinum.

Tveir aðrir persónar vóru eisini innkallaðir sum vitni í málinum.

Les meira: Ákærdur fyri at hava roynt at koyra mann niður í Klaksvík

Les meira: - Vildi forskrekkja hann tí hann hevði spilt meg út á netinum

Sambært manninum, sum var nær við at verða ákoyrdur, hevði staðið heilt illa til, um hann ikki hevði megnað at leypa burtur í evstu løtu. 

- Eg stóð uttanfyri og tosaði í telefon, tá eg varnaðist, at ein bilur kom speedandi ímóti mær. Hann koyrdi ikki skjótt upprunaliga, men brádliga so speedaði hann upp og drejaði av vegnum.

- Eg kláraði so at hoppa vekk í evstu løtu. Hevði eg ikki klárað tað, so hevði eg verðið trumlaður niður. Tað er 100 prosent sikkurt, sló tann órættaði fast.

Hetta er eisini í tráð við tað, sum eitt annað vitni í málinum segði. Viðkomandi stóð nærhendis og metti eins og tann órættaði, at tað hevði endað heilt galið, um tann órættaði ikki hevði megnað at leypa burtur.

- Tók kvørkratak um órættaða

Tann órættaði greiddi víðari frá, at tann ákærdi steig síðan út úr bilinum og kom við knýttum nevum ímóti sær.

- Hann skumpaði meg fyrst og tók hareftir kvørkratak um meg í ein minutt ella so. Eg mundi ikki fingið luft, og eg royndi sjálvandi av øllum alvi at fáa hann at steðga. Hann trýsti so á meg, til eg datt niður á vegin, segði tann órættaði.

Tann órættaði afturvísti pástandin hjá ákærda um, at hann skuldi vera dottin niður á vegin, tí at hann hevði drukkið ov nógv tann dagin.

Tann órættaði játtaði í rættinum, at hann hevði úttalað seg neiligt á sosialum miðlum um tann ákærda. 

[object Object]

Uttanfyri Carthage Steak í Klaksvík (Mynd: Google Maps)

Eitt annað vitni í sambandi við hendingina var ein eldri maður, sum sat í einum bili beint yvir av Carthage Steak. Hann var eisini í Føroya Rætti í gjár og vitnaði. Hann greiddi frá, at hann trýsti á floytuna í bilinum fyri at fáa menninar, sum tað var komið til ilnar ímillum, at sissast.

Tann ákærdi noktar seg sekan í ákærunum, og verjin hjá honum krevur frídøming.

Ákæruvaldið førir fram, at ein partvís treytaður fongsulsdómur uppá ikki minni enn 4 mánaðir er uppá sítt pláss. Ákæruvaldið krevur eisini eina frádøming av koyrikortinum hjá tí ákærda.

Dómur verður sagdur í málinum næsta týsdag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald