back-icon

13.05.2020 14:50

- Nei til internetsensurin hjá Jenisi

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn er ímóti uppskotinum hjá Jenisi av Rana um at leggja eitt filtur á allar pornosíður

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)
13.05.2020 14:50 Jens Hákun Leo

Ungi tingmaðurin heldur fyri, at tað er Miðflokkinum so líkt at fara eftir seksualmoralskum málum.

Hetta sigur hann í kjalarvørrinum av uppskotinum hjá Jenisi av Rana at leggja eitt filtur á allar pornosíður.

Sambært mentamálaráðharranum vil eitt slíkt filtur verja øll, eisini børnini.

- Vit verja børnini ímóti barnaporno, og tað haldi eg er sera gott. Men vit verja tey ikki ímóti vaksnamannaporno. Tey hava fría atgongd til porno, sum nú er.

 Tað er tí, eg spyrji, hví vit ikki seta eitt generelt filtur á, so at vit kunnu koma hesum trupulleika til lívs. Hetta vil verja øll, eisini børnini, sigur Jenis av Rana.

[object Object]

Bjarni Kárason Petersen heldur tó, at Miðflokkurin veit, sum er, at hetta er eitt nærum ógjørligt stig at taka.

Les meira: Vekk við porno í Føroyum - vil leggja filtur á allar pornosíður

Framsóknartingmaðurin førir fram, at endamálið hjá Jenisi av Rana er helst bara at senda eitt signal út til veljararnar hjá sær.

- Hetta er rættiliga lætt keypt hjá honum. Steffan Klein Poulsen setti ein fyrispurning til vinnumálaráðharran um hetta evnið, og svarið var, at tað ber øgiliga illa til at seta eitt slíkt filtur á.

Les meira: - Ber ikki til at koma pornografinýtslu til lívs við orwellianskum eftirliti

- Allíkavæl velur Jenis at fara út og úttala seg um hetta. Í mínari verð vil hann helst bara senda eitt signal út til sínar veljarar. Hann veit sum er, at hetta er eitt rættiliga tabulagt evni, tí at tað er jú eingin, sum fer at tora at stilla seg upp ímóti honum og verja rættin hjá fólki at hyggja eftir porno, sigur Bjarni Kárason Petersen, ið heldur, at tað er bíligt at vera politikari í Miðflokkinum.

- Tað noyðist ikki at koma nøkur loysn. Mann skal bara senda boðskapin út, so er tað avgreitt, sigur hann.

Mugu ikki sensurera internetið

Bjarni Kárason Petersen slær fast, at eitt slíkt filtur, sum Jenis tosar um, ber ikki til at gera reint praktiskt, uttan so at tað verða gjørd álvarslig inntriv í privatlívið hjá fólki.

- Tað er sera vandamikið og álvarsamt at fara inn frá politiskari síðu og byrja at sensurera internetið. Tað er lætt keypt hjá Jenisi at stilla seg upp og grundgeva fyri at sensurera porno, tí at tað er sum sagt eingin, sum vil stilla seg fram alment og verja rættin at hyggja eftir porno.

- Men um vit nú sensurera porno, hvat verður so tað næsta? Skulu vit so eisini fara inn og sensurera ymiskt annað, sum Jenisi ikki hóvar? Eitt nú upp tilfar um menningarlæru? Ella tilfar um veðurlagsbroytingar?

- Eg haldi við øðrum orðum, at hetta er at gera seg inn á grundleggjandi upplýsingarrættindi.

At leggja filtur á er ikki rætti vegurin at fara

Framsóknartingmaðurin vísir á, at hann veit væl, at tað kann tykjast margháttligt at tosa um upplýsingarrættindi og porno í sama andadrátti. Hann undirstrikar, at hann sjálvandi heldur, at vit frá samfelagsins síðu eiga at upplýsa børn og ung um vandarnar við pornografi.

- Men at leggja eitt filtur á internetið er ikki rætti vegurin at fara, slær hann fast. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald