Ballið byrjað aftur eftir korona
Rúsan seldi minni av øli og cider í mars í ár, enn hon gjørdi í mars mánaði tey bæði undanfarnu árini, men í apríl, mai og juni mánaði kom meira futtur í aftur

Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár seldi Rúsan væl meira av øli og cider, enn hon gjørdi sama tíðarskeið í fjør og fyrraárið.
Sølan av øli og cider stagneraði, tá koronakreppan byrjaði í mars mánaði, men so hvørt sum kreppan hæsaði av aftur, tók sølan dik á seg aftur.
Rúsan seldi minni av øli og cider í mars í ár, enn hon gjørdi í mars mánaði tey bæði undanfarnu árini, men í apríl, mai og juni mánaði kom meira futtur í aftur.
Tað var serliga í apríl og mai mánaði, at sølan av øli og cider vaks í mun til somu mánaðir í fjør og fyrraárið.
Í juni vóru tvey stór tónleikatiltøk - Countryfestivalurin og Voxbotn - avlýst ella útsett orsakað av korona, og hetta kann hava havt eina ávirkan á søluna fyri hendan mánaðin.
Les meira: Korona steðgaði ballinum
Les meira: Korona fær ung at drekka minni
Samlað sæð hevur Rúsan selt 618.256 litrar av øli og cider higartil í ár.
Teir fyrstu seks mánaðirnar av 2019 seldi Rúsan 577.571 litrar av øli og cider, og teir fyrstu seks mánaðirnar av 2018 var hetta talið 586.852 litrar.
Rúsuhagtøl:
Januar 2018 - 62.293 litrar seldir
Januar 2019 - 62.204 litrar seldir
Januar 2020 - 72.318 litrar seldir
Februar 2018 - 81.775 litrar seldir
Februar 2019 - 77.405 litrar seldir
Februar 2020 - 88.687 litrar seldir
Mars 2018 - 105.905 litrar seldir
Mars 2019 - 96.102 litrar seldir
Mars 2020 - 96.035 litrar seldir
Apríl 2018 - 87.736 litrar seldir
Apríl 2019 - 99.419 litrar seldir
Apríl 2020 - 105.076 litrar seldir
Mai 2018 - 119.782 litrar seldir
Mai 2019 - 117.499 litrar seldir
Mai 2020 - 131.155 litrar seldir
Juni 2018 - 129.361 litrar seldir
Juni 2019 - 124.942 litrar seldir
Juni 2020 - 124.985 litrar seldir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald