back-icon

01.05.2020 07:10

Jodel elvir løgregluni høvuðbrýggj

Tað er ógvuliga trupult hjá løgregluni at finna fram til fólk, sum fremja lógarbrot á appum, har mann kann skriva dulnevnt

Mynd: Sverri Egholm
01.05.2020 07:10 Jens Hákun Leo

Ein kann melda dulnevndar app-brúkarar, sum skriva ymiskt hóttandi ella ærumeiðandi, ið er umfatað av paragraffunum í revsilógini.

Tað er tó eingin trygd fyri, at løgreglan megnar at finna fram til hesar dulnevndu brúkararnar og síðani ákæra og revsa teir.

Hetta slær løgreglan fast í einum fyrispurningi, sum vit hava sett løgregluni í sambandi við greinar, sum vit hava skrivað um appina Jodel hesa síðstu tíðina.

Les meira: Steffan svínaður til fyri at vilja avmarka porno

Les meira: - Øgiliga sárbært og nakið kjatt á Jodel

Sambært Ulrik Andersen frá kanningardeildini hjá løgregluni er tað ein long, torfør og tíðarkrevjandi tilgongd at fáa data til vega frá teimum, sum hava ment hesar ymsu appirnar.

- Tíverri er tað soleiðis, at politiið ikki uttan víðari kann identifisera brúkararnar, sum eru á sosialum miðlum sum Jodel og Ask.fm.

- Hesar appirnar eru gjørdar soleiðis, at mann kann vera anonymur. Mann kann sjálvur gera sítt egna brúkaranavn, og mann verður ikki biðin um at vátta brúkaranavnið, soleiðis sum vit kenna tað frá eitt nú Facebook og Whatsapp.

- Og av tí at tey, sum hava framleitt appirnar, ynskja, at brúkararnir hjá teimum skulu kunna varðveita sín anonymitet, so eru tey heldur ikki serliga áhugað í at lata upplýsingar frá sær til løgregluna. Um tey áhaldandi lata upplýsingar frá sær til løgregluna um sínar brúkarar, so missa tey jú teirra tilverugrundarlag, og so skifta brúkararnir bara til aðrar appir, har teir kunnu vera anonymir, heldur Ulrik Andersen fyri.

Brúka bara orku uppá týdningarmestu málini

Ulrik Andersen vísir á, at ein onnur avbjóðing fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni er, at hesar ymisku app-fyritøkurnar hava bústað í fleiri ymiskum londum. Summi lond hava eina ávísa reglugerð, tá tað kemur til upplýsingar, sum einhvør givin fyritøka hevur skyldu at útflyggja til myndugleikarnar, meðan onnur lond hava eina heilt aðra reglugerð við øðrum mannagongdum.

- Ein dómari í Føroya Rætti kann ikki fella ein dóm og tvinga Jodel, fyri at nevna eitt dømi, til at útflýggja upplýsingar til Føroya.

- Í hesum sambandi krevst ein altjóða rættarfyrispurningur og eitt samstarv ímillum løgreglurnar frá fleiri londum, áðrenn mann møguliga fær nakrar upplýsingar útflýggjaðar.

- Tískil skal eitt mál verða av einum ávísum álvara, áðrenn mann velur at brúka orku uppá tað, sigur Ulrik Andersen.

[object Object]

Ulrik Andersen undirstrikar, at løgreglan er ógvuliga tilvitað um, at fyri tann einstaka órættaða í eini sak kann talan vera um eina sera álvarsliga og skemmandi brotsgerð.

- Vit hava ígjøgnum tíðirnar fingið fleiri uppringingar frá frustreraðum og ólukkuligum foreldrum, sum hava børn, ið verða happað og hongd út á fleiri av hesum ymisku appunum, sum finnast, sigur hann.

Vanligt kanningararbeiði ger munin

Í summum førum eydnast tað løgregluni at finna fram til tey, sum fremja kjatt-brotgerðina.

- Tá vit nú í fleiri førum allíkavæl megna at finna fram til samleikan hjá teimum, sum fremja kjatt-brotsgerðirnar, so kemst tí fyrst og fremst av vanligum kanningararbeiði.

- Tá ung í Føroyum kjatta, so er tað næstan altíð onkur, sum veit, hvør stendur aftan fyri hesar ymsu profilarnar. Tað eru kanska nøkur, sum reypa um tað, sum tey hava skrivað á appunum, og ofta taka tey "screenshots" av tí, sum tey hava skrivað, og deila tað á netinum, greiðir Ulrik Andersen frá.

[object Object]

Ulrik Andersen leggur afturat, at av tí at tað er sera trupult at gera kanningararbeiði, tá talan er um slíkar sosialar miðlar, so leggur løgreglan heldur dent á at fyribyrgja.

- Vit hava nøkur sera dugnalig SSP starvsfólk, sum samstarva við skúlar, sosialar myndugleikar og foreldur og royna at greiða teimum ungu frá, hvussu mann eigur at ferðast og uppføra seg á sosialum miðlum.

Kann verða rættarfylgdur

Ulrik Andersen slær fast, at mann kann verða ákærdur fyri at hava skrivað meira enn gott er á sosialum miðlum.

Eisini um mann hevur skrivað tað sum dulnevndur.

- Um vit megna at finna fram til tann, sum hevur skrivað eitthvørt, sum fer um markið fyri, hvat er innan lógarinnar karmar, so verða hann ella hon ákærd og rættarfylgd.

- Tó vilja vit í hvørjum einstøkum føri altíð taka hædd fyri, hvat brotsgerðin snýr seg, hvussu gamal hann ella hon er, sum hevur framt hana, og hvat motiv hann ella hon hevði fyri at fremja hana. Var til dømis talan um eina veruliga hóttan, ella var tað bara talan um eina roynd at spæla kulur aftanfyri eitt tastatur?

- Nógv av tí, sum fólk skriva á netinum, høvdu tey aldrin funnið uppá at sagt við tann, sum tey skriva um, andlit til andlit. So í summum førum loysir tað seg betur bara at taka eitt álvarsligt prát við tann einstaka og foreldrini ella at samla allan skúlaflokkin saman og greiða teimum frá, hvussu mann ber seg at, leggur Ulrik Andersen dent á.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald