back-icon

23.06.2020 15:15

50-daga treytaða fongsulsrevsing fyri harðskap og skilaleysa koyring

Ein maður í 30-unum úr Suðuroy hevur í dag fingið dóm fyri eina hending, sum fór fram uttanfyri Carthage Steakhouse í Klaksvík í juni mánaði í fjør

Føroya Rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
23.06.2020 15:15 Jens Hákun Leo

Ein maður í 30-unum úr Suðuroy varð í dag dømdur 50-daga treytaða fongsulsrevsing fyri harðskap og skilaleysa koyring.

Maðurin varð eisini dømdur at gera samfelagstænastu í 60 tímar. Harumframt missir hann koyrikortið í eitt ár, og hann skal rinda 4.000 krónur í bót, umframt sakarmálskostnaðin.

Maðurin varð ákærdur fyri at hava roynt at koyra ein annan mann niður, men hann varð fríkendur fyri hesa ákæruna.

Talan var um eina hending, sum fór fram uttanfyri Carthage Steakhouse í Klaksvík í juni mánaði í fjør.

Les meira: Ákærdur fyri at hava roynt at koyra mann niður í Klaksvík

Les meira: - Vildi forskrekkja hann tí hann hevði spilt meg út á netinum

Les meira: - Mundi verðið trumlaður niður uttanfyri Carthage Steak

Tann órættaði stóð uttanfyri matstovuna og tosaði í telefon, tá ein bilur, sum var á veg heim móti býnum, brádliga snaraði av vegnum og kom ímóti honum á "gonguteiginum".

Tann órættaði varð ikki yvirkoyrdur, og eftir at bilurin var steðgaður, kom maðurin, sum nú hevur fingið sín dóm, úr bilinum. Menninir endaðu í hornatøkum við hvønn annan, og tá saman um kom, lá tann órættaði eftir á vegnum. Hann var dottin og hevði skurslað seg.

Rætturin metti ikki, at prógv vóru fyri, at tann ákærdi hevði ætlað at koyra tann órættaða niður. Hinvegin var koyringin ikki mett at vera í lagi, og rætturin vísti á, við støði í politi- og vitnisfrágreiðingum, at tann ákærdi hevði skumpað tann órættaða, so at hann var dottin og hevði skurslað seg.

Tann ákærdi varð eisini funnin sekur í at hava brotið ferðslulógina á strekkinum ímillum Miðnámsskúlan og tunnilin í Hovi. Tann hendingin fór eisini fram í juni mánaði í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald