back-icon

23.06.2020 20:30

- Fleiri royna at bagatellisera porno

Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum heldur, at trupulleikin við pornografi verður undirmettur av mongum í dagsins samfelag

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
23.06.2020 20:30 Jens Hákun Leo

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, gleðist um, at stjórnin í Ný Sælandi nú er farið undir eitt átak at upplýsa um porno á netinum.

Ungi tingmaðurin úr Hvannasundi hevur gjørt tað til sítt vørumerki, síðan hann varð valdur á ting í fjør, at tosa um neiligu avleiðingarnar av pornografi, og nú nýsælendska stjórnin ynskir at hjálpa foreldrum við teimum vandum, sum eru á alnetinum, herundir porno, so fegnast hann.

- Tað var ikki uttan orsøk, at eg fyri tíð síðani setti ein skrivligan fyrispurning um at verja børnini ímóti porno, tí at porno av øllum slag liggur víðopið fyri teimum á internetinum, sigur hann í eini viðmerking.

Les meira: Trupult at avmarka pornografinýtsluna hjá børnum og ungum

Les meira: Svínaður til fyri at vilja avmarka porno

Steffan Klein Poulsen heldur, at trupulleikin við pornografi verður undirmettur av mongum í dagsins samfelag.

- Fleiri royna at bagatellisera hendan trupulleikan, millum annað við at siga at koronakreppan og onnur mál mugu loysast heldur enn at brúka orku uppá eitt slíkt mál.
 
- Høvdu fólk veruliga sett seg inn í avleiðingarnar av porno, so høvdu tey allarhelst sæð, hvussu álvarsamt hetta málið er, slær hann fast.
 
Steffan Klein Poulsen undirstrikar, at hann vil í øllum førum gera sítt fyri at varpa ljós á trupulleikan og verja børnini ímóti hesum.

Kunnu víðka galdandi barnapornofiltur

Miðflokkatingmaðurin hevur áður ført fram, at hann heldur ikki, at tað er at gera eitt inntriv í persónliga frælsið hjá fólki at leggja eitt generelt filtur á allar pornosíður.
 
- Vit kunnu gera eitt generelt pornofiltur við at víðka galdandi barnapornofiltur. Tá er ikki neyðugt at eyðmerkja okkara borgarar. Hetta blívur av tí sama ikki eitt líka stórt inntriv í persónliga frælsið.

- Ein einføld mynd uppá hetta kundi verið, at eingi børn sluppu út á Tinganes, og at vit høvdu tveir møguleikar fyri at kontrollera hesum.

- Fyrsti møguleiki: Vit seta eitt GPS-chip á allar borgarar í Føroyum, soleiðis at øll óviðkomandi verða steðgað, áðrenn tey koma út á Tinganes. (Eyðmerkja børn og vaksin á internetinum).

- Seinni møguleikin: Vit seta eitt hegn upp, sum forðar fólki at koma út á Tinganes. (Eitt generelt filtur fyri porno). Tann seinni møguleikin er als ikki eitt stórt inntriv í privatlívið samanborið við tann fyrra, segði Steffan Klein Poulsen mai mánaði.

Les meira: Vil geva borgarum frælsi við at sensurera porno

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald