back-icon

06.07.2020 17:15

Hoyrdi røddir sum søgdu at hann skuldi drepa

Fríggjadagin varð ein maður fríkendur fyri eina ákæru um drápsroynd í sambandi við eina hending tann 22. juni í fjør, tá hann legðist á eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havn og Argir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
06.07.2020 17:15 Jens Hákun Leo

Fríggjadagin varð ein maður fríkendur fyri eina ákæru um drápsroynd í sambandi við eina hending tann 22. juni í fjør, tá hann legðist á eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havn og Argir.

Í síðstu viku var nevningating í málinum, og seinnapartin fríggjadagin fall dómurin.

Maðurin varð ikki funnin sekur í ákæruni um drápsroynd, men hann varð funnin sekur í tveimum ákærum um grovan harðskap og í trimum ákærum um vanligan harðskap.

Les meira: Nevningatingið: Kvørkratakið við Sandá var ikki ein drápsroynd

Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, varð ákærdur fyri drápsroynd, eftir at hann tók kvørkratak um eitt starvsfólk, sum gekk ein túr saman við honum, á omanfyrinevndu gøtu.

Maðurin helt fyri í rættinum, at hann hevði ongar ætlanir um at drepa kvinnuna.

Les meira: - Eg ætlaði ikki at drepa hana

Maðurin greiddi frá í rættinum, at hann hevði hoyrt røddir, sum søgdu, hvat hann skuldi gera.

Ein av røddunum gav honum boð um at drepa kvinnuna, meðan ein onnur gav honum boð um, at hann skuldi steðga við at gera kvinnuni fortreð. Hann royndi eisini at yvirtala fyrru røddina um ikki at drepa kvinnuna.

Legði turriklæðið um hálsin

Maðurin og órættaða kvinnan vóru farin ein gongutúr hetta kvøldið. Kvinnan gekk eitt sindur frammanfyri, meðan maðurin gekk aftanfyri. Veðrið var gott, men maðurin var órógvaður av teimum mongu mýggjabitunum, sum vóru á leiðini hetta kvøldið.

Í tveimum umførum spurdi maðurin kvinnuna "ha, hvat sigur tú?". Í báðum førunum svaraði kvinnan, at hon hevði einki sagt. Tað var tá, at maðurin tók um hálsin á kvinnuni aftanifrá og rendi hana ímóti einum grótgarði, so at hon smekkaði høvdið í og datt.

Maðurin hálaði hareftir kvinnuna upp eftir hárinum og legði turriklæðið, sum hon hevði á sær, um hálsin á henni. Hann royndi at spenna, men jakkin, sum kvinnan var í, forðaði fyri, at hann fekk spent ov fast. 

Maðurin rendi síðan kvinnuna afturav, so at hon datt, og hann setti seg so á hana og tók kvørkratak um hana.

Kvinnan gjørdi stóra mótstøðu, og at enda slepti maðurin, og kvinnan kundi hareftir ringja 1-1-2, meðan maðurin framvegis gjørdi seg inn á hana á annan hátt.

Ósemja millum ákæra og verja

Í rættinum greiddi órættaða kvinnan frá, at maðurin hevði tikið fleiri kvørkratøk um hana.

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri vísti á, at tað hevði endað heilt galið, um kvinnan ikki hevði gjørt mótstøðu, meðan maðurin helt um hálsin á henni.

Les meira: Starvsfólk á psykiatrisku deild kastað móti grótgarði

Les meira: Kvørkratak við Sandá - nú er nevningatingið byrjað

Hesselberg legði dent á, at maðurin millum annað hevði ført fram, at ein av orsøkunum til, at hann steðgaði við at halda um hálsin á kvinnuni, var, at hon gjørdi so nógva mótstøðu, sum hon gjørdi, meðan hon lá niðri.

Verjin hjá manninum, Peter Even Djurhuus førdi hinvegin fram, at maðurin steðgaði við at halda um hálsin á kvinnuni av egnum vilja. Verjin sló fast, at hevði maðurin viljað dripið kvinnuna, so hevði hann gjørt tað.

Ætlaði sær at drepa eitt mannfólk

Maðurin hevði havt ætlanir um at drepa onkran persón hendan dagin - tann 22. juni í fjør. Tað skuldi vera eitt mannfólk, sum var størri og sterkari enn hann sjálvur. Tað skuldi ikki vera ein kvinna ella eitt barn, tí at annars var tað eingin avbjóðing hjá honum, kom fram í rættinum.

Maðurin hevði gjørt eitt vápn til høvið, og yvir longri tíð hevði hann tilrættalagt eina drápsroynd.

Órættaða kvinnan oyðilegði tó ætlanina hjá manninum, tá hon beyð honum at koma út ein gongutúr hetta kvøldið, og at hann gjørdi henni mein, var bara, tí at hon var á skeivum staði til skeiva tíð, kom fram.

Maðurin var hvørki ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum hendan dagin.

Fekk eitt blackout

Maðurin hevði ikki vápn uppiá sær á gerningsstaðnum, og aftaná segði hann, at hann var keddur av tí, sum hann hevði gjørt ímóti órættaðu, sum hann umtalaði sum eina fitta kvinnu.

- At maðurin hevur sagt, at hann hevði ætlanir um at drepa onkran persón hendan dagin, er ikki nóg gott grundarlag fyri at døma hann fyri drápsroynd, helt Peter Even Djurhuus fyri í rættinum. Djurhuus vísti á ymiskar dómar í hesum sambandi.

Tað taldi eisini við hjá verjanum, at maðurin ikki hevði nakað vápn uppiá sær, og at hann aftaná hendingina, og aftaná at kvinnan var farin á skaðastovuna, spurdi eftir kvinnuni. Hann spurdi tá, um hon hevði tað "okay".

Sambært verjanum fekk maðurin "eitt blackout", sum hann orðaði tað, áðrenn hendingina.

Maðurin fekk sum dóm frá rættinum, at hann skal vera á psykiatriskum sjúkrahúsi uttan tíðaravmarking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald